ICES roknaði skeivt

ICES hevur nú hækkað sítt tilmæli til hvussu nógvur makrelur kann veiðast. Tað skrivar felagið Nótaskip á síni heimasíðu.

 

Sambært Orsøkin er ein feilur í  útrokningini, ið er frá tølunum í 2015. Rættaðu tølini hava við sær, at ICES hevur økt mettu tilgongdina í stovnin við 14% og lækkað væntaða deyðatalið við 3%.

 

Tað hevur eisini við sær, at stovnurin nú hevur hækkað sítt tilmæli uppá hvussu nógvur makrelur kann veiðast. Talið er økt við góðum 107.000 tonsum, úr 667.000 tonsum uppí 774.000 tons, ið er ein samlað øking á 16%.

 

Tað ger tó ongan mun í samlaðu myndini, tí Føroyar, ES og Norra hava ásett sær sjálvum eina eitt samlað TAC (Total Allowable Catch) á góðar 896.000 tons, harav Føroyar hava 113.000 tons.

 

ICES kemur ætlandi út við einum nýggjum tilmæli í morgin, til 2017.