Ida var klárt á odda hvørja viku, meðan Sveinur neyvan hevði komið í finaluna, um Jean Michel og Nicoline Simone ikki tóku seg úr kappingini. Tað vísa atkvøðurnar, sum DR nú hevur almannakunngjørt.
Hyggjararnir ivaðust ongantíð í hvør skuldi vinna X-Factor 2012. Ida hevur verið á odda hvørja ferð liveshowini hava verið á skránni. Tað vísa tølini, sum heimasíðan hjá DR nú avdúkar.
Ida fekk 61.7 prosent av atkvøðunum, tá ið finalan var á skránni. Line fekk 38.3 prosent.
Sveinur fekk færri atkvøður enn Morten Benjamin í semifinaluni, men atkvøðurnar frá fimta liveshowinum taldu eisini við í semifinaluni, so samanlagt fekk Sveinur akkurát meira enn Morten Benjamin.
Jean Michel og Nicoline Simone vóru frammanfyri Svein í trimum liveshowum, og í tí fjórða liveshowinum fingu tey næstmest atkvøður. Hevði Jean Michel ikki trekt seg úr kappingini kann hugsast, at hann og Nicoline Simone endaðu í
finaluni saman við Line og Ida.