ÍF er flúgvandi

Eftir fýra umfør eru fuglfirðingar á fimta plássi

Tá ið ÍF í 2021 flutti niður vunnu fuglfirðingar fýra dystir. Samlaða úrtøkan var 16 stig fyri 27 dystir.

 

Nú hevur ÍF spælt fýra dystir eftir uppflytingina síðsta heyst, og úrtøkan er seks stig.

 

ÍF vann 2-0 á heimavølli ímóti AB, og so var tað vónbrot páskaaftan, tá ið Víkingur lítla løtu undan leikloki skoraði 1-0 sigursmálið í Sarpugerði.

 

Í kvøld sást lítið til tað vónbrotið. ÍF vann 3-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi, og nú er ÍF á fimta plássi á støðutalvuni.

 

Dygst undan steðginum var tað Elias J. Lervig, sum legði heimaliðið á odda 1-0.

 

ÍF var meiri ágangandi, og tað vóru fleiri spentar í brotsteiginum hjá EB/Streymi, enn tað vóru í heimabrotsteiginum. Heilt avgerandi var tað, tá ið liðformaðurin og álitið í verjuni hjá EB/Streymi Andras Ó. Olsen 18 minuttir undan leikloki sá reytt, og ÍF liðformaðurin Karl Løkin í somu støðu umsetti brotsspark til 2-0.

 

Átta minuttir undan leikloki varð heimaleiðslan økt til 3-0. Innskifti Dánjal á Lakjuni átti uppleggið, og fyri fyrstu ferð síðani 9. mai 2021 var Gundur E. Petersen málskjútti á besta ÍF liðnum. Sambært faroesoccer hevur hann nú skorað sjey mál í bestu deildini, har hann í kvøld var fyri 75. ferð.

 

Sunnudagin fer ÍF við stórum sjálvsáliti suður í Gundadal at spæla ímóti HB.

 

Sunnudagin fær EB/Streymur nýggjan møguleika í nýggjari oyggjauppgerð. Tað verður á Svangaskarði ímóti B68.