ÍF fær nýggjan venjara – liðskiparin heldur fram

Hóast ÍF er flutt niður í næstbestu deildina, so heldur ein av størstu profilunum fram

ÍF hevur á Facebook argað við einum uppslagið, har tað verður boðaða frá, at felagið hevur sett nýggjan venjara, og at tríggir spælarar hava gjørt sáttmála við felagið.

 

Bolt.fo sigur seg vita, at í venjaraspurninginum er talan er um Aleksandar Jovevic. Hann hevur verið venjari í felagnum fyrr, men hevur seinastu tvey árini verið partur av venjaratoyminum hjá B68.

 

Hartil sigur bolt.fo seg vita, at Karl Løkin er ein av spælarunum, ið hevur longt sáttmálan. 30 ára gamli liðskiparin er millum størstu profilarnar í felagnum, men velur at taka túrin niður í næstbestu deidlina.

 

Tað passar eisini við upplýsningarnar, ið In.fo hevur fingið. Hartil skal talan verða um spælararnar Pól Jákup Lundsbjerg og og Hans Jákup Lervig.