ÍF hevur takið á toftamonnum

Síðani 2008 hevur B68 einki stig vunnið í Fløtugerði

Silvurvinnararnir í ÍF fáa seinnapartin vitjan av uppflytarunum av Toftum. Tølini siga, at tað er torført hjá toftamonnum at vinna stig á útivølli ímóti ÍF. Í 2008 vann B68 tvær ferðir 3-1 í Fuglafirði. Síðani hevur ein dystur verið í Fløtugerði hvørt árið – burtursæð frá 2013 - millum hesi bæði, og ÍF hevur vunnið hvørja ferð.

 

Hóast ÍF higartil hevur tapt tvær ferðir 3-1 - ímóti KÍ á heimavølli og HB á útivølli - so hevur ÍF venjarin Albert Ellefsen ikki mist mótið:

-Sammett við úrslitini í fjør hava vit higartil mist tvey stig, tí tá spældu vit javnt á heimavølli ímóti KÍ og á útivølli ímóti HB. Eg haldi, at avrikið í 2. hálvleiki í Gundadali ímóti HB vísti, at vit eiga eitt fínt lið. Vit vóru óhepnir ikki at skora upp á møguleikarnar. Um vit høvdu fingið mál tíðliga í 2. hálvleiki, so kundi tað kanska havt lagað seg øðrvísi. Spælararnir visa góðan hugburð og stríðsvilja, og tað taka vit við okkum ímóti B68.

 

Stóri spurningurin í Fuglafirði er, hvussu tað verður við málverjanum Jákupi Mikkelsen, sum orsaka av skaða ikki var við í Gundadali. Tað er greitt, at hann ikki verður við í dag. Eftir skaðasteðg er Høgni Zachariasen aftur farin at venja.

 

Á Toftum fegnast tey um, at tað ímóti EB/Streymi (1-1) eydnaðist at vinna fyrsta stigið síðani uppflytingina.

-Talan er um støðuga framgongd. Nú tora spælararnir at spæla seg burturúr fyrsta pressinum, og teir raka betri hvønn annan í samanspælinum, sigur Jógvan Martin Olsen, sum saman við Øssur Hansen arbeiðir miðvíst við unga toftaliðnum. Setningurin er ikki minst at menna sjálvsálitið og samstundis at varðveita eyðmýktina, sum skal til.

Miðvallarin Evrard Blé er framvegis skaddur. Óli Højgaard Olsen er so smátt farin at venja aftur eftir skaðasteðg.