Íslendska greiningarfyritøkan IFS, hevur nú gjørt metingar fyri gongdina hjá føroysku listaðu feløgunum á virðisbrævamarknaðinum fyri annan ársfjórðing 2010. Nú sær út til at venda hjá Eik banka, sambært IFS.
IFS metir, at Eik fær eitt yvirskot eftir skatt á 15,5 mió. kr. fyri annan ársfjórðing 2010. Tað vil so vera fyrsta yvirskot síðstu 8 ársfjórðingarnar. Tó vísir IFS á, at óvissan er stór, tí tey kenna ikki avsetingarnar. Tó metir IFS, at avsetingarnar fyri annan ársfjórðing 2010 vera væl lægri enn fyri sama tíðarskeið í fjør. Ella 55 mió. kr. nú samanborið við 127 mió. kr. fyri annan ársfjórðing 2009.
Fyri alt 2010 metir IFS, at Eik fær eitt hall á 4,3 mió. kr. eftir skatt.