36 lótu lív í spreinging

India rúmar fleiri av heimsins størstu heilivágsverksmiðjum, og landið er stórur veitari av heilivági og koppingarevnum

Í gjár bórust tíðindini um, at 12 fólk vóru staðfest deyð í einari spreinging á einari heilivágsverksmiðju í Telangana har suðuri í India í gjár. Umframt tey deyðu, varð sagt, at fleiri fólk høvdu fingið løstir.

 

Spreingingin var í heilivágspartinum á verksmiðjuni, Sigachi Industries, og her kom eisini eldur í. Úr India varð sagt, at tíggju fólk vórðu staðfest deyð á staðnum, og tvey vóru deyð á sjúkrahúsi. 

 

Lagt varð aftrat, at fleiri enn 30 fólk vóru innløgd á sjúkahús við løstum. Tíðindastovan AFP visti at siga, at tað ikki er óvanligt, at spreingingar kunnu koma fyri í slíkum kemiskum virksemi.

 

Í morgun frættist, at talið av deyðum í spreingingini nú er komið upp á heili 36, og framvegis liggja fleiri, sum gjørdust partur av vanlukkuni í India, á sjúkrahúsi.

Hetta veit tíðindastovan AP at siga í morgun.

 

##med2##

 

India rúmar fleiri av heimsins størstu heilivágsverksmiðjum, og landið er stórur veitari av heilivági og koppingarevnum. Sagt varð eisini, at Sigachi Industries Limited eigur fimm heilivágsverksmiðjur í India.