- Ikki bangnir fyri at gera tað aftur

Ein heilt stóran týdning fyri grundarlagnum hjá Summarfestivalinum hevur politiið, sum skal tryggja, at alt á festivalinum fer rætt og lógliga fram.

 

- Vit byrjaðu longu síðsta september at fyrireika til festivalin í ár, tá vit høvdu eftirmetingarfund við kommununa og fyrireikarar, sigur Hallgrím Hansen, varaleiðari á politistøðini í Klaksvík.

 

- Síðan nýggjár hava vit havt meira ítøkiligar fyrireikingar við at útgeva loyvir og tílíkt.

 

Ein stórur partur av uppgávuni hjá politinum er at tryggja sær, at trygdin er í lagi.

 

- Tað er av alstórum týdningi, at fyrireikararnir altíð hava hugsað eitt worst case scenarium.

 

- Man kann ikki bara trúgva og vóna, at alt fer at ganga smidliga fyri seg. Vit mugu hava eina úthugsaða plan B, um tað ringasta skuldi hent.

 

Sjálvar festivaldagarnar hevur politið ikki tær stóru uppgávurnar.

 

- Tað er mest uppgávan hjá fyrireikarunum at fáa neyðugu vaktirnar og tílíkt. Vit taka okkum meira av vanligum politimálum og fylgja upp uppá, um treytir fyri tey ymsu loyvini verða hildnar.

 

Fyri trimum árum síðan var ein keðilig hending á Summarfestivalinum, sum gekk út uppá, at politiið var farið út um mark við tveir dreingir.

 

- Hatta var eitt keðiligt mál, sum faktist endaði úti í ongum. Tað er gott, at fólk vísir sína ónøgd, um tey føla seg órættvíst viðfarin. Men vit hava ikki fingið skrekk at brúka tað ta neyðugu maktina, sum krevst, sigur Hallgrím.