Ikki bara ein konsert – men konsertin

”Mangt er gestsins navn”, sigur gamalt orðatak. Tá talan er um Promenadu-konsertirnar hjá bretsku útvparsrásini BBC ger hetta sama seg galdandi.

Henda røðin av teimum væl umtóktu konsertunum, sum vara alt summarið, hava mong ymisk heiti:

Onkur nevnir tær The Proms ella The BBC Proms, meðan onkur velur tað heldur longra navnið: The Sir Henry Wood Promenade Concerts presented by the BBC.

Í øllum førum er talan um eina árliga røð av summarkonsertum við klassiskum tónleiki, og sum varir í samfullar átta vikur. Tær flestu konsertirnar verða hildnar í Royal Albert Hall í London.

Talan er í roynd og veru um heimsins størsta festival við klassiskum tónleiki, ið endar við eini stórari og festligari konsert við heitinum ”The Last Night of the Proms” við fullsettari høll og sera góðum stemningi.


Vón og æra

Tá ein tosar um hesa røðina, kennast tey flestu bert ella best við hesa seinastu konsertina.

Henda konsertin er munandi øðrvísi enn allar hinar, og er á skránni annan leygardag í september mánaði og verður send beinleiðis í sjónvarpum kring allan heimin.

Hon er rættiliga nógv merkt av at nú ”letur biksin aftur”, her spæld verða tey kendastu klassisku verkini og fleiri kendir bretskir føðilandssangir í seinnu helvt av hesi umfatandi skránni.

Byrjað verður við kenda lagnum Pomp and Circumstance March no. 1 (Land of Hope and Glory) og seinni verður so spælt og sungið lagið Rule, Britannia! sum Thomas Arne skrivaði.

Stórsligna konsertin endar við lagnum Jerusalem eftir Hubert Parry og síðani tjóðsangi teirra, God Save the Queen.

Endin á konsertini hevur verið tann sami heilt síðani 1954.

Samstundis sum fólk eru íðin eftir at ogna sær atgongumerki til Royal Albert Hall og ta siðbundnu konsertina, hevur samstundis ein annar siður tikið seg upp – uttanfyri.

Tey sum ikki fingu pláss inni í heimskendu høllini, kunnu ístaðin fylgja konsertini á stórskýggja í Hyde Park, ið liggur beint við. Her er stemningurin ikki minni góður.

Í ár verður seinasta konsertin hildin leygardagin 10. september. Hon byrjar klokkan 19:30 og endar – bretum so líkt – klokkan 22:45.

Um onkur ætlar sær til hesa seinastu konsertina – í skránni nevnd PROM 74: Last Night of the Proms – er helst klókt at bera skjótt at. Tí lítil ivi man vera um, at útselt verður til hesa konsertina.