Ikki fleiri verkfall sum hetta í mínari tíð sum formaður

Forkvinnan í Lærarafelagnum fult álit á semjuni:

? Vit hava havt ein mann hinumegin borðið, sum var ein ?problemknúsari? og tað var tann avgerandi munurin, sigur Elsa Birgitta Petersen

? So leingi eg eri forkvinna í Føroya Lærarafelag verða tað ikki fleiri stríð í fólkaskúlanum, sum hetta.

Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag, hevur fult álit á semjuni, sum varð gjørd við Landsstýrið seint sunnukvøldið og sum gjørdi ein enda á sjey viku langa verkfallinum í fólkaskúlanum.

Í hesi nýggju semjuni hevur Lærarafelagið fingið fleiri avgerðandi mál við afturímóti teirri semju, sum 78% av lærarunum vrakaður á frumatkvøðu á páskum.

? Eitt høvuðsmál er, at ætlanin at seta arbeiðstíðirnar hjá donskum lærarum í gildi í Føroyum er slept.

? Ístaðin fyri skal ein arbeiðsbólkur setast at gera uppskot um eina nýggja arbeiðstíð fyri føroyska skúlan.

Nevndin skal verða liðug 31. desember í ár.

Men tað stendur eisini í semjuni, at verður nevndin ikki liðug til tíðina, ella fæst ikki semja, kann landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum áseta arbeiðstíðina einsamallur.

? Er Lærarafelagið í veruleikanum sostatt ikki sett fullkomiliga út av spælinum?

?Nei tað er hon avgjørt ikki. Tað er soleiðis, at einhvør nevnd byggir á herðararnar á øllum teimum nevndum, sum áður hava verið og hvør hevur sínar fortreytir at arbeiða útfrá.

? Og hetta er ein áseting, ið varð gjørd í avtaluni, sum varð gjørd um arbeiðstíð í 1998, sigur Elsa Birgitta Petersen.

Men sett út av spælinum heldur avgjørt ikki, at lærararnir eru.

?Vit hava tveir av fýra limum í nevndini, sum skal gera nýggju ásetingarnar um arbeiðstíðina. Uppskotið skal til ummælis hjá limunum í Lærarafelagnum. ? Og harafturat skal tað roynast í verki á nøkrum úrvaldum skúlum í skúlaárinum 2001-2002 fyri at vita, hvussu tað riggar, áðrenn tað verður sett í verk í fullum líki frá 2002.


Ikki aftur í mínari tíð

Eftir hesi seimjuni eru tað annars rættiliga nógvar nevndir við umboðum fyri Lærarafelagið og Landsstýrið, sum skulu setast at arbeiða við ymsum málum.

Umframt arbeiðstíðina, skal nevnd setast at greina út, gera metingar og mæla til, hvussu nýggja fólkaskúlalógin skal setast í verk, og, hvussu hetta ávirkar viðurskiftini hjá læarunum. Nevnd skal eisini setast at fáa viðurskiftini hjá lærarunum á Sernámsdeplinum í rættlag og nevnd skal gera eina nýggja reglugerð fyri álitismannaskipanina.

Arbeiðsbólkur skal eisini setast at gera tilmæli um viðlíkahald av søvnum og bólkur skal setast at endurskoða tørvin á tímaniðurskurði til telduvørðar og skúlaleiðslur.

Vit hava spurt Elsu Birgittu Petersen hetta ikki bara er at útseta trupulleikan og um hon ikki innast ikki stúrir fyri, at alt hetta nevndararbeiðið bara fer at føra til fleiri ósemjur, sum líkast hesari?

Men tað er hon ikki. Tvørturímóti hevur hon fult álit á, at eitt gott úrslit fer at spyrjast burturúr.

? Eg veit væl, hví hendan ósemjan tók seg upp sigur hon. Men hon vil tó ikki útgreina hetta nærri.

Og hon leggur doyðin á, at tað verða ikki fleiri ósemjur sum hendan, so leingi, hon er formaður í Føroya Lærarafelag.

?Tað skal ikki henda undir mínari leiðslu, at ósemja aftur fer at taka seg upp um orð og fólk, sigur Elsa Birgitta Petersen.


Ein ?problemknúsari?

Vit spurdu hana um tað er tí, at Lærarafelagið hevur fingið størri álit á Landsstýrið nú, enn tað kanska hevur havt?

? Tað veit eg ikki. Men eg má siga, at í samráðingunum hesar báðar dagarnar hava vit havt ein mann hinumegin borðið, sum onkusvegna hevur verið ein ?problemknúsari og tað fekk rættiligt glið á samráðingarnar.

Hon sipar til Høgna Hoydal, landsstýrismann í undirvísingar- og mentamálum.

? Vit hava alla tíðina kravt, at hann kom upp í samráðingarnar, tí fyrstani tá fingu vit høvi at tosa við okkara rætta mótpart og arbeiðsgevara.


Fleiri batar

Hon er annars ikki samd við Karsten Hansen, tá ið hann sigur, at semjan, sum varð gjørd sunnudagin víkur ikki nógv frá teirri semju, sum varð løgd fram beint fyri páskir.

? Vit eru ikki ovurfegin um sáttmálan. Men heilt so galin er hann ikki, annars høvdu vit ikki skrivað undir

?Vit so frægt afturat við í sáttmálan, sum ikki vóru við í páskasemjuni, sum fall, at nú gildu vit, at vit áttu at skriva undir, tí vit høvdu neyvan komið longur í hesum umfarinum.

? Vit skulu eisini hugsa um, hvat hin møguleikin var. Tað var, at páskauppskotið varð lagt fyri tingið og samtykt við høvd og gørnum og so høvdu vit verið verri fyri, enn vit eru nú.

Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at fleiri tímaniðurskurðir eru komnir við í sáttmálan, eitt nú er ikki so heilt lítið komið afturat hjá skúlaleiðslum.

Somuleiðis skulu flokslærarar hava endurgjald, um nýggjar reglur fyri teirra arbeiðið verður orðað. Eisini skúlabókasøvnini hava fingið afturat og vit hava fingið fleiri trygdir við í sáttmálan.

Harafturat eru nakrar finnur fluttar, sum eru til okkara fyrimun.

?Hon hugsar fyrst og fremst um, at tey fingu forðað fyri, at arbeiðstíðir, sum eru gjørd til donsk viðurskifti vórðu smoygt niðuryvir okkum. Ístaðin skulu føroyskar arbeiðstíðir setast í verk.

Harafturat hugsar hon um tær nevndir og teir arbeiðsbólkar, sum skulu setast at arbeiða við ymsum málum.