– Edmund vanvirðir sambandsveljarar!
So bersøgin var táverandi skrivari Sambandsfloksins, Helgi Abrahamsen, núverandi tingmaður, tí at Edmund Joensen hevði atkvøtt fyri nógv umrødda uppskotinum, nevnt 266b, um at broyta revsilógargreinina - ítøkiliga var talan um uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna "kynsliga orientering")
Sosialurin skrivar 18. desember í 2006, at ikki bert Tjóðveldisflokkurin er farin í tvíningar av málinum um grein 266b. Skrivari Sambandsfloksins, Helgi Abrahamsen, hóttir við ikki at stilla uppaftur.
- Eg vil ikki vera »atkvøðuneyt«, sigur hann og harmast um, at Edmund Joensen hevur vanvirt sambandsveljarar og traðkað teirra trúgv undir fótum.
Sosialurin endurgevur hann 18. desember 2006 at siga soleiðis:
- Um eg stilli upp aftur fyri Sambandsflokkin til komandi løgtingsval, er millum annað ein spurningur um, hvør annar verður á listanum, og hvørja støðu hesi hava til etisk mál
Edmund Joensen hevur onga viðmerking
Helgi Abrahamsen harmast um, at tær 241 persónligu atkvøðurnar, sum hann fekk á seinasta løgtingsvali, hava verið við til at tryggja einum manni tingsessin, sum atkvøddi fyri broytingunum í §266 b í revsilógini.
– Eg eri vísur í, at flestu av mínum veljarum taka als ikki undir við hesum, og tí er hetta at ”traðka teirra trúgv undir fótum”, sum hann tekur til.
Helgi heldur, at annar av tinglimunum, sum umboðar Sambandsflokkin í Eysturoy (Edmund Joensen, red.), soleiðis hevur vanvirt bæði hansara og aðrar sambandsveljarar í oynni.
– Hetta góðtaki eg als ikki, og tað sleppur ikki at endurtaka seg. Um eg stilli upp aftur fyri Sambandsflokkin til komandi løgtingsval, er millum annað ein spurningur um, hvør annar verður á listanum, og hvørja støðu hesi hava til etisk mál.
Skrivarin í Sambandsflokkinum sigur, at hann vil ikki uppliva aftur at vera atkvøðuneyt hjá politikarum, sum á tingi atkvøða beint ímóti teirri lívsáskoðan, sum hann og mangir av hansara veljarum hava.
Sambandstingmaðurin í Eysturoy, sum tók undir við uppískoytinum í grein 266b, var Edmund Joensen, og tí er tað hann, ið Helgi Abrahamsen sipar til.
Síðani Helgi Abrahamsen skrivaði hetta, hevur hann stillað upp fyri Sambandsflokkin fimm ferðir, og hvørja ferð hevur onkur av »síkjarunum, sum hava traðkað teirra trúnna hjá veljarum Helga Abrahamsens undir fótum« verið við á listanum.
Sambandsfólkini, sum atkvøddur fyri at broyta grein 266b vóru hesi:
- Edmund Joensen
- Johan Dahl
- Kaj Leo Johannesen
- Lisbeth L. Petersen
- Olav Enomoto
Sambanddsfólk, sum atkvøddu ímóti, vóru hesi:
- Alfred Olsen
- Marjus Dam
Tó vóru tað fimm tingfólk hjá Sambandsflokkinum, sum vóru fyri einum »etiskum máli«, og tvey, sum vóru ímóti.
Nú er støðan øvugt í fosturtøkumálinum. Fimm tingfólk hjá Sambandsflokkinum eru ímóti, meðan tvey eru fyri.