European League: Ísak vann og Jóhan tapti

Skanderborg-Aarhus livdi ikki upp til favorittleiklutin

Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof hildu lív í vónini at vinna seg víðari til endaspælið í EHF European League. 

 

Í heimadysti í Partille vann Sävehof í bólki G 33-28 á slovakiska liðnum, Tatran Presov. Í steðginum var Presov annars á odda 16-15. 

 

Ísak fekk tríggjar málmøguleikar, og hann setti allar í netið.

 

Sävehof er nummar trý í bólkinum við fýra stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri Fredericia. Liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf er fremst við átta stigum.

 

Í bólki C vóru Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus greiðir favorittar at vinna heimadystin móti spanska liðnum, Granollers. Men tað gjørdist spanska liðið, ið vann dystin 29-28. Í steðginum var Granollers á odda 15-13.

 

Jóhan skoraði fimm mál upp á seks málroyndir.

 

Skanderborg-Aarhus er framvegis oddalið. Teir hava átta stig fyri fimm dystir. Granollers hevur fimm stig, Slovan hevur fýra stig, og Minaur Baia Mare er aftast við trimum stigum.