Útlendingalógin hevur tørv á at verða dagførd sum heild

– Men tvørpolitiska arbeiðið hevur víst, at tørvur serliga er á at dagføra ásetingarnar í sambandi við arbeiðs- og uppihaldsloyvir og ásetingarnar í sambandi við familjusameining, soleiðis at hesar verða meira í samsvari við samfelagsligu støðuna í Føroyum í dag

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, í svari upp á fyrispurning frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, sum spurdi hann ein grein 52a fyrispurning um at dagføra útlendingalógina.

Hanna Jensen spurdi soleiðis:

1. Hvussu gongur við tvørpolitiska arbeiðinum at dagføra útlendingalógina ella gera nýggja útlendingalóg?

2. Nær væntast, at komið verður á mál og eitt nýtt ella dagført uppskot verður lagt fyri Løgtingið?

3. Hvørjar vóru høvuðsorsakirnar til, at landsstýrismaðurin valdi at seta gongd á arbeiðið at dagføra útlendingalógina fyri Føroyar?

4. Eru ávís evni, har tvørpolitiska arbeiðið hevur víst, at serliga týðiligur tørvur er á at dagføra galdandi rætt í Føroyum á útlendingaøkinum

Landsstýrismaðurin svarar upp á fyrsta spurning at ein politiskur fylgibólkur, við einum umboði úr hvørjum flokki á Løgtingi, er settur í sambandi við arbeiðið at dagføra útlendingalógina fyri Føroyar. Fundur er við politiska fylgibólkin umleið annan hvønn mánað.

– Eg meti, at fundirnir í politiska fylgibólkinum ganga væl, sigur hann. 

Til spurning 2 sigur Bjarni Kárason Petersen, at eftir ætlan verður liðugt at gjøgnumganga núverandi útlendingalóg á sumri 2026. Síðani skal Udlændinge- og Integrationsministeriet gera uppskot til nýggja útlendingalóg fyri Føroyar, sum verður sent til ummælis.

– Ilt er siga nær uppskotið til nýggja útlendingalóg fyri Føroyar verður lagt fyri Løgtingið. Um arbeiðið gongur væl og landsstýrisfólkið, sum tá umsitur hetta málsøkið, ynskir tað, verður tað væntandi í fyrsta lagi á vári 2027, sigur landsstýrismaðurin.

Til spurning 3 sigur hann, at høvuðsorsøkin til, at hann valdi at seta gongd á arbeiðið at dagføra útlendingalógina fyri Føroyar var, at útlendingalógin, sum er frá 2001, á fleiri økjum ikki hóskar seg til ta støðu á útlendingaøkinum, sum vit hava í Føroyum í dag.

Og til spurning 4 sigur Bjarni Kárason Petersen soleiðis:

– Útlendingalógin hevur tørv á at verða dagførd sum heild, men tvørpolitiska arbeiðið hevur víst, at tørvur serliga er á at dagføra ásetingarnar í sambandi við arbeiðs- og uppihaldsloyvir og ásetingarnar í sambandi við familjusameining, soleiðis at hesar verða meira í samsvari við samfelagsligu støðuna í Føroyum í dag, sigur hann.