Ikki kritikkur av koyrilærarunum

Jón Kragesteen
Dagligur leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd

Í degi og viku mánakvøldið 15. august segði eg í samrøðu, at tað í útbúgvingini at taka koyrikort skal verða lagdur meira dentur á risikoina ella váðan í ferðsluni. Segði eisini, at tað at taka koyrikort ikki skal bara skal vera nakað, sum man kann skunda ígjøgnum upp á 3 mánaðir og at útbúgvingin at taka koyrikortið skal vera soleiðis, at hon rørir innstillingina hjá fólki. Nevndi eisini, at útbúgvingin kundi verið væl betri.
Eftirsíðan hava koyrilærarar sett seg í samband við meg og hava ført fram, at teir skilja útsøgn mína í sjónvarpinum sum ein kritikk av teimum. Nú er at siga, at í samrøðuni við sjónvarpsmannin kom eg við eini nærri útgreining um, hvat eg meinti við. Men tað kom so ikki við í innslagið. At sjónvarpssamrøður verða skornar til, er einki nýtt, tað mugu vit bara liva við.
Eg vil tí nýta høvi til at undirstrika, at ætlanin hjá mær var ikki at kritisera koyrilærarar, men at vísa á, at karmarnir hjá útbúgvingini at taka koyrikort eru ikki nóg góðir.
Haldi ikki tað vera at taka munnin ov fullan at siga, at millum mest grundleggjandi forteytir hjá koyrilærarunum er, at teir kappast um næmingarnar. Og kappingarelementini, sum koma í fyrstu røð eru: 1) prísur og 2) tað at kunna taka koyrikortið upp á stytst møguligu tíð.
Koyrilærarar hava sjálvandi eitt pensum, sum teir skulu fara í gjøgnum. Men tað eru nú einaferð fleiri mátar at fara í gjøgnum eitt pensum. Tað ber til at fara stytstu leiðina, sum bara gongur út upp á at læra næmingarnar júst tað, sum sjálv koyriroyndin krevur. Men tað ber eisini til at gera meira burturúr, sum eg veit, at fleiri koyrilærarar eisini gera. Men tað krevur altso, at tú gert eyka arbeiði uttan at fáa eyka gjald. Og hetta eru, eftir míni metan, ikki góðar fortreytir.
Eg kann skoyta upp í, at ein víðari avleiðing av, at koyrilærarar eru kappingarneytar í staðin fyri samstarvspartar, er at teir standa ov langt frá hvørjum øðrum, og hava tí, sum fakbólkur, sera torført við at standa saman, og tað darvar menningini á økinum nógv.
Haldi at tað er umráðandi, at vit hava eitt orðaskifti um hetta evnið, og tað hevði verið áhugavert at hoyrt fleiri sjónarmið.
Meiri um evnið er at lesa í álitinum "Ávegis Nullhugsjónini" á www.ferdslutrygd.fo