Ikki nøktandi úrslit

-Tað er ikki nóg gott, at vit liggja um sperrumarkið, sigur formaður Sjálvstýrisfloksins, Kári P. Højgard, sum kortini hevur góðar vónir til valið

VELJARAKANNING

 
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Kári P. Højgaard, er ikki nøgdur við úrslitið av nýggjastu veljarakanningini hjá Sosialinum og Fynd í samstarvi við Føroya Tele.
- Tað er ikki nóg gott, at vit liggja um sperrumarkið. Ein flokkur sum Sjálvstýrisflokkurin eigur at klára seg betri og fáa størri undirtøku, sigur Kári P. Højgaard.
Veljarakanningin gevur Sjálvstýrisflokkinum 3,9% av samlaðu atkvøðunum, og hetta er bert 0,2% frá sperrumarkinum fyri at sleppa inn um tinggátt.
Egnar útrokningar við støði í seinasta vali vísa, at Sjálvstýrisflokkurin varðveitir mannin í Eysturoynni, men tað er heilt tætt við Suðurstreymoy. Flokkurin fær størstu prosentvísu undirtøkuna í Norðoyggjum við sjey prosentum.
- Søguliga eru vit sterki í Norðoyggjum og Eysturoynni, men vit eiga sjálvandi at vera betri fyri í einum so stórum valdømi sum í Havn við fleiri enn 11.000 veljarum, sigur Kári P. Højgaard.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sterkari listar
Kári P. Højgaard vil ikki beinleiðis kalla tað ein fyrimun, at Sjálvstýrisflokkurin í veljarakanningum nærmast hevur verið spáddur at doyggja út.
-Tað hevur havt tann fyrimun, at fólk vaknaðu. Tað er týdningarmikið, at Sjálvstýrisflokkurin er við í føroysku politikkinum, og flokkurin á miðjuni hevur nógvar stuðlar, sigur Kári.
Hann heldur so avgjørt, at valevnalistarnir hjá flokkinum eru sterkari til hetta valið í mun til tað seinasta.
-Flokkurin er væl fyri til hetta valið við góðum valevni, og vit eru eisini uppstillaði í øllum valdømum. Tí hevði eg eisini roknað við einum betri úrslitið, sigur Kári P. Højgaard.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fyrivarni
Formaður Sjálvstýrisfloksins missir kortini langt frá mótið av hesari veljarakanningini.
- Til seinasta val gav ein líknandi kanning okkum ongan tingmann, men tá valúrslitið var greitt, so kláraði vit okkum væl betri, enn kanningin segði, og hesum rokni eg eisini við hesaferð, sigur Kári P. Højgaard.
Og tað skal nógv til fyri at taka mótið frá formanninum.
-Eg trúgvi til tað síðsta, at vit fáa eitt so gott úrslit, at vit bæði koma inn á ting og kanska fáa tveir tingmenn, sigur Kári P. Højgaard.