- Ikki neyðturviliga skaðiligt at eta djór sum eta plast

- Sum myndin er í løtuni, er ongin kanning, ið vísir, at tað er skaðiligt fyri menniskju, at djór eta plast, sigur deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni

 

At fuglar og onnur djór eta plast, sum endar í magasekkinum, hevur ikki beinleiðis nakra neiliga ávirkan á matvørutrygdina hjá okkum menniskjum. Tað sigur Malan Nicolinudóttir Mikkelsen, deildarleiðari í Matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

- Plastið kemur ikki í vøruna, men endar í tarminum, sum verður skorið burtur, sigur hon.

Tað er annars ábyrgdin hjá matvøruframleiðara at tryggja, at plastikk ikki endar í matvøruni.

- Vit fylgja við teimum greiningum, ið matvørumyndugleikar aðrastaðni gera innan økið við mikro- og nanoplasti, og um hvørja ávirkan tað hevur á menniskju, sigur Malan Nicolinudóttir Mikkelsen og staðfestir:

- Sum myndin er í løtuni, er ongin kanning, ið vísir at hetta er skaðiligt.