Ikki ósannlíkt at samsýningin verður broytt

Tað er ikki ósannlíkt, at samsýningin til fosturforeldur verður broytt

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, í svari til grein 52a fyrispurning frá Anniku Olsen, løgtigskvinnu.

 

Hon spurdi soleiðis landsstýrismannin um samsýning til fosturforeldur:

 

  1. Er Fosturforeldrafelagið við í arbeiðinum í sambandi við eftirmeting av fosturforeldraskipanini?
  2. Um nei, hvør er orsøkin til tað?
  3. Er spurningurin um samsýning til fosturforeldur ein partur av hesum arbeiðinum?
  4. Er ætlanin at hækka samsýningina til fosturforeldur?

 

Í svarinum til teir báðar fyrstu spurningarnar sigur landsstýrismaðurin at Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevði tann 9. desember 2025 innleiðandi fund um arbeiðið at eftirmeta fosturforeldraskipanina, har allir viðkomandi partar, eitt nú Fosturforeldrafelagið, luttóku.

 

– Eftir ætlan fer sjálvt arbeiðið í gongd í januar 2026, og verður Fosturforeldrafelagið og aðrir viðkomandi partar tikin við undir tilgongdini av arbeiðinum, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

 

Í svarinum til triðja spurningin sigur hann:

 

– Ja, spurningurin um samsýning fer at verða fevndur av arbeiðinum.

 

Og til síðsta spurningin vísir hann á, at í hvønn mun ætlanin er at hækka samsýningina, er tongt at tí niðurstøðu, sum kemur í sambandi við greining av 3. spurninginum, men ikki er ósannlíkt, at samsýningin verður broytt.

 

– Vísandi til at kommunurnar eru inn yvir, hvat fígging viðvíkur, er tað tó umráðandi at hava tær við í hesum, soleiðis at ein skynsamur fíggingarleistur við samsýningum verður gjørdur, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.