Ikki stundir at gerast gamal

»Tá tú skalt ferðast við 12. manni, egna, mála hús og sita við telduna um kvøldarnar, er ofta ringt at fáa tíðina at røkka til«, heldur 87 ára gamli Sofus Gregersen úr Syðrugøtu

Har yviri sært tú hvíldarheimið, sigur Sofus og peikar út gjøgnum køksvindeygað. Men tað er fyri tey gomlu, so har komi eg ikki so nógv, heldur hann fram.
Sofus Gregersen úr Syðrugøtu tykist ikki at hava stundir at gerast gamal, hóast hann fyllir 88 næstu ferð. Tað er ikki fyrr enn Sofus nevnir okkurt, sum hendi fyri eini 60-70 árum síðani, at tú varnast, at hann ikki er nakar unglingi longur.
Eg man hava verið ein av teimum hepnu, sum hava fingið eitt lætt sinni og góða heilsu í føðingardagsgávu, tí eg kann ikki reypa av at hava livað sunnari enn nakar annar. Heldur hinvegin, tí mær dámar so ómetaliga væl feitan mat, og eg eri herviligur at seta meg í bilin í staðin fyri at fara til gongu, sigur Sofus.
"Spæl og kjerligheit"
Sofus hevur koyrt bil, síðani hann var 16 ár. Koyrikortið mátti hann bíða við at taka, til fyrsti skúlavognurin kom til Føroyar nøkur á seinni. Tað var, tá Kiss í Kina fekk handan serliga bilin við dupultum pedalum, fortelur Sofus. Eg fór til Havnar, koyrdi við Kiss í ein tíma ella so, og tað var tað. So eg havi havt koyrikort í eini 70 ár, og tað fer neyvan ein dagur, at eg ikki fari okkurt ørindi við bilinum. Serliga nú, vit ongan handil hava í bygdini longur. Tað var so deiliga ómakaleyst, tá hann helt til her beint við síðuna av, men nú er hann fluttur til Norðragøtu. Annars koyri eg ofta til Fuglafjarðar ella til Runavíkar at keypa inn. Men til Havnar fari eg ikki. Har hava bæði fólk og bilar so nógvan skund, at tú verður í ørviti av tí.
Nú sigur læknin, at eg helst ikki skal koyra bil um kvøldarnar, tí eg síggi ikki so væl í myrkri. So eg plagi at sova hjá dóttir míni hóskvøld, tá eg havi spælt bingo við systir míni, sum býr á ellisheiminum í Runavík. Hon er 82 nú og vorðin so deyv, at hon hoyrir ikki, tá tey siga tølini, so eg hjálpi henni. Og tað geri eg fegin, tí mær dámar so stak væl at spæla bingo sjálvur. Og Gekk eisini fríggjakvøld, men eg vinni ongantíð nakað longur. Kanska er tað nakað um tað, tey siga, at tú kanst ikki bæði vera heppin í spæli og í kjerligheit, flennir Sofus.
Ger seg ikki tvøran
Nakrar gongurtúrar verður tað til kortini, tí omanfyri bygdina hevur Sofus eitt gásapar, sum skal hava at eta hvønn dag. Túranir í haganum hava altíð verið eitt hæddarpunkt á degnum fyri Sofus. Hann hevur bóndast alt sítt lív, og tær bestu løturnar vóru, tá hann fór út í hagan at hyggja eftir seyðinum, áðrenn nakar annar var uppi. Bara at sleppa at ganga einsamallur og hugsa og hava alla verðina fyri seg sjálvan var tað besta, eg visti. Men nú vilja børnini helst vita, hvar eg eri, so eg royni at minnast til at hava fartelefonina uppi á mær. Tað er nú mest fyri teirra skyld, so tey ikki verða bangin um meg.
Nei, eg fari ikki at gera meg so tvøran, at eg verði ein byrða fyri onnur. Og tað havi eg sagt við børnini, at um tað kemur ein dagur, tá tey halda, tað er best, at eg fari á ellisheim, so skulu tey ikki lurta eftir mær, um eg muti ímóti.
Verður tað upp til mín, verði eg heima hjá mær sjálvum, so leingi ongin annar fær nakað stríð av mær. Eg klári alt sjálvur, men tað lættir deiliga væl um, at ein dóttir plagar at koma at taka ein klút eftir gólvinum fyri meg. Meir hjálp havi eg heldur ikki brúk fyri. Men eg má viðganga, at um eg bara hevði fólkapensjónina at liva av, hevði tað verið tungt. Eg sigldi undir krígnum, so eg fái eisini eitt sindur í krígspensjón, og tað hjálpir øgiliga væl til viðlíkahaldið av húsinum.
Jú, eg eri væl nøgdur, men eg sigi ikki, at øll eldri fólk í Føroyum hava tað líka gott. Tað eru tíverri nøkur, sum ikki altíð fáa nóg nógva hjálp, og tað eru heldur ikki nóg nógv pláss á ellisheimunum til øll, sum hava brúk fyri tí. Og tað er spell, tí eftir tí, eg havi sæð, eru tey, sum búgva á ellisheimi, glað fyri at vera har.
Annars komi eg ikki so nógv saman við teimum eldru til dagligt. Eg plagi at fara til tiltøkini, sum eldrafelagið Fjallið í Leirvík skipar fyri, og so eri eisini í Gøtubrá einaferð um vikuna. Har plagar at vera stak hugnaligt, serliga um tað eydnast at finna nóg nógv til at spæla kort. Eg vildi ynskt, at fleiri menn møttu upp, men teir eru ógvuliga trekir at lokka við til sovorðið.
Limur í 12. manni
Meðan vit sita og práta, gongur Sofus og ger kaffi og setur smákøkur og góðaráð á borðið. Um eina løtu fer hann at gera døgurða, tí vinkonan í Havn kemur at vitja. Hana hitti hann fyri tveimum árum síðani, tá hann var Prag við føroyska fótbóltslandsliðnum.
Eg havi verið limur í 12. manni, síðani teir byrjaðu og havi ferðast nógvar túrar við teimum eftirhondini. Teir duga so væl at skipa fyri at vit eisini koma út at síggja ymiskt annað, tá vit ferðast, og teir eru avbera stuttligir at vera saman við. Men teir fáa frið fyri mær, tá teir fara á hasar pubbirnar. Eg man hava verið í veitslulag fyri meg, heldur Sofus og flennir.
Sofus fylgir væl við í fótbólti. Hann heldur sjálvandi við GÍ, men heldur ikki, at tað hevur ligið nakað serliga væl fyri hjá teimum, síðani Jarnskorbrøðurnir góvust. Men tað man fara at koma, væntar hann. Tá hann ikki er á vøllinum í Norðragøtu, hyggur hann oftast eftir útlendskum fótbólti í sjónvarpinum. Tá haldi eg altíð við Liverpool, sigur Sofus avgjørdur. Eg sá teir spæla ímóti Manchester United í Manchester, og tað var eitt tað størsta upplivilsi, eg havi haft.
Skiparadreymurin
Sum so mangur annar, fór Sofus tíðliga til skips. Hann droymdi um at gerast skipari, men ætlanin um at fara á skiparaskúla varð av ongum, tá pápin doyði, og mamman gjørdist sjúk. Tey vóru nógv systkin og máttu hjálpast at við at forsyrgja familjuni. So Sofus helt á at sigla.
Dreymin um at gerast skipari slepti Sofus ongantíð, og tá høvið umsíðir beyðst at fara í skúla, var hann skjótur hjá eygnalæknanum at fáa sær sjónarroyndina. Tí var vónbrotið stórt, tá tað vísti seg, at Sofus er litblindur og ikki sær mun á reyðum og grønum.
So skipari gjørdist eg ongantíð, men tá hevði eg siglt so leingi og hevði so drúgvar royndir á sjónum, at eg slapp at sigla nógvar túrar sum stýrimaður. Eg sigldi líka til til konan gjørdist sjúk og ikki longur kláraði seg sjálva. Eg hevði jú eisini jørðina og seyðin her heima at hugsa um. Seinni yvirtók sonurin tað arbeiði, so nú fylgi eg bara við.
Men hugurin man altíð hava ligið mest til tað, sum hevur við fisk og bátar at gera. Eitt tíðarskeið var eg formaður á flakavirkinum í Norðragøtu, og nú egni eg fyri ein útróðrarmann her í grannalagnum. So leingi eg klári at egna ein stamp um tíman, haldi eg meg framat. Og so er tað eisini altíð áhugavert við einum góðum útróðrarpráti, meðan tú stendur og egnir. Skalt tú fylgja við í tí, sum hendir, mást tú jú fara út ímillum fólk. Tað nyttar onki at sita inni og gena. Tað verður tú hvørki klókari ella frískari av, heldur Sofus.
Teldu uppi á loftinum
Fyri eini tveimum árum síðani helt eitt av abbabørnunum, at eg átti at fingið mær eina teldu. Eg helt tað kanska ikki vera so neyðugt, tí eg havi so nógv annað at brúka tíðina til, men eg má viðganga, at eg gjørdist bitin av hesum beinanvegin. So nú havi eg innrættað mær eitt teldurúm uppi á loftinum. Eg royni at lata vera við at sita alt ov nógv frammanfyri telduni, men tað tekur jú tíð at royna seg fram sjálvur. Eg havi leingi gingið og ætlað mær á okkurt telduskeið, men tað er ikki vorðið til nakað enn. Ikki tí at eg havi nakra góða umbering, bløðini eru jú kjokkfull av lýsingum um telduskeiðir, men eg ivist í, um eg havi nóg gott tol. Tá abbabørnini eru og vitja, plagi eg at lokka onkran av teimum at leggja mær lag á okkurt nýtt, eg eri farin í holt við. Tað er ótrúligt, sum tey ungu duga væl við telduni. Og so gongur tað so skjótt eisini.
Enn havi eg onki netsamband, so tað verður eitt tað fyrsta, eg fari at biðja tey hjálpa mær við. Tað er serliga hatta við at senda teldubrøv, sum sær so spennandi út. Onki frímerki, onki postboð, bara eitt klikk á músina og brævið er farið. Tað er ófatiligt, at sovorðið ber til, heldur Sofus.
Altíð okkurt at gleðast um
Sofus brúkar ikki nógva tí framman fyri sjónvarpinum, sjálvt um hann hevur parabol. Honum dámar væl at hyggja at djórafilmum, men annars heldur hann tað útlendska sjónvarpið hava lítið uppá seg.
? Tey grenja um, at Sjónvarp Føroya skal vera so øgiliga vánaligt, men skulu vit samanbera við allar hesar útlendsku rásirnar, haldi eg tað føroyska vera nógv betri. Hugsa bara um allar sendingarnar hjá Zacharis Hammer. Tær eru jú fantastiskar. Hatta kundi ongin útlendsk rás gjørt honum eftir, heldur Sofus.
? Politikkur hevur kanska ongantíð haft mín heilt stóra áhuga, men eg haldi, at viðferðin, summir politikarar hava fingið í fjølmiðlunum, hoyrir ongastaðni heima. Vit hava øll gjørt okkurt mistak í lívinum, antin í tankaloysi ella tí okkurt ikki gekk, sum vit vónaðu. Eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til at gera so stóran háva burtur úr slíkum, tí tað ger bara ilt verri og skuggar fyri tí góða, sum eisini altíð er at finna.
Eg tími ikki at sita og lesa slíkar søgur, tí tú verður bara í ringum lag av teimum. Sama við øllum gølusøgunum í teimum donsku vikubløðunum. Um eg keypi eitt danskt vikublað, skal tað vera Familie Journalen, tí har eru so nógvar lívsjáttandi søgur í, sigur Sofus.
Tú spurdi meg í áðni, hvussu man heldur seg so frískan, sjálvt um árini eru vorðin nakað nógv. Eg haldi, at tað veldst um, hvussu tú sært uppá lívið. Tú kanst altíð finna okkurt at grenja um, um tað er tað, tú vilt. Men tað er nógv lættari at finna okkurt at gleðast um, bara tú tímir at lata eyguni upp fyri tí.
Vit eru nú komin út í túnið framman fyri húsini hjá Sofusi. Húsini eru hvít við grønum rundan um vindeyguni og sera snotilig. Ja, eg málaði húsini síðsta summar, sigur hann, men eg kom ikki til endan, sum vendir niðaneftir. Sum tú sært, kundi hann trongt til eina hond. Sofus hyggur upp í luftina og heldur fyri, at hann kanska heldur átti at fari út at hampa eitt sindur í havanum í hesum góðveðrinum.
Men tað verða tað ikki stundir til beint nú, tí fyrst má Sofus inn at gera døgurðan lidnan til gestin, sum er á veg ?