Hvussu er at vera mamma at einum soni við einum so stálsettum vilja?
Eg veit ikki, sum tað er so nógv annaðleiðis enn hjá nøkrum øðrum, men tað er deiligt í hvussu er.
Hvussu nógv fyllir Pál í gerandisdegnum?
Hann fyllir rímiliga nógv. Man roynur altíð at hava matin kláran, hetta, at karmarnir rundan um skulu vera í ordan.
Fær Pál serligan kost?
Nei, hann fær ikki nakran serligan kost. Hann hevur lagt sínar kostvanar sjálvur, og tað er heilt vanligur kostur, nakað, sum vit øll eta. Vit hava vant okkum við tað eftirhondini, og tað er sjálvandi okkurt, sum vit als ikki eta, slíkt, sum er for ósunt so sum pizza, pylsur og líknandi.
Merkir tú stuðul og áhuga millum fólk fyri svimjingini hjá Pál?
Ja, tað geri eg. Fólk eru altíð áhugað í at vita, hvar hann er og hvat hann ger.
Hvat er størsta upplivingin higartil?
Í hvussu er tá hann var í Serbia og vann tey trý EM junior heitini. Tað er í hvussu er tað fyrsta, men tað var eisini stórt í Budapest í summar.
Hevur tað nakrar negativar síður at hava ein so kendan son?
Nei, tað haldi eg ikki, vit liva eitt púra vanligt lív.
Hvat merkir tað fyri teg at kunna ferðast við Pál til kappingar?
Tað hevur givið mær nógvar upplivingar. Eg kenni svimjiumhvørvið eftirhondini, tað eriu tey somu fólkini man møtir. Tað hevur verið ógvuliga stuttligt.
Er Pál vorðin kendur í svimjiumhvørvinum?
Ja, tað merki eg væl. Nú kenna øll hann.
Nær kemur 50 metra hylurin í Vági?
Nei, tað dugi eg als ikki at siga. Eg eri ikki so lítið við í tí, at tað veit eg als ikki.
Á hvønn hátt stuðlar tú Pál í hansara svimjing?
Ja tað er við at syrgja fyri, at karmarnir eru í lagi. Tað er ógvuliga strævið hjá honum, bæði at venja og at lesa, so eg royni at syrgja fyri, at hann ikki skal hugsa um so nógv annað enn tað. Hartil eri tætt upp at honum sum fysioterapeutur hjá honum, so eg veit alla tíðina, hvat honum nýtist.
Hevur tú nøkur persónlig mál fyri, hvat tú ynskir Pál at náa?
Nei, tað havi eg ikki. Bara hann er nøgdur og hevur tða gott, so ei eg fegin.
Hvør er mest sermerkta hendingin í sambandi við svimjingina hjá Pál?
Tað má vera í fjør summar í Budapest, hvussu umtóktur hann var. Vinnarin av kappingini stóð fullkomiliga í skugganum av Pál, og tað helt eg vera ógvuliga sermerkt. Øll runnu aftan á honum.
Hvat merkir ein OL-luttøka hjá Pál í London 2012 fyri teg?
Eg veit ikki, hvat tað merkir fyri meg, tað merkir meira fyri hann. Hann vil so fegin sleppa til OL, men eg haldi ikki tað er so stuttligt, at hann skal svimja fyri Danmark. Men tað er hansara avgerð. Hann vil fegin sleppa til OL, og so er eingin annar møguleiki.