Ikki tað stóra sjúkrahús- projektið

Starvsfólk á Landssjúkrahúsinum gera vart vi*, at tey als ikki hava mælt til eitt projekt til 300 milliónir, soleiðis sum tað er borið fram av landsstýrismanninum. Hetta er ein misskiljing, tí tey hava bert mælt til at byggja ein part av tí upprunaliga projektinum.


Eftir, at ein fyrireikingarbólkur á Landssjúkrahúsinum týsdagin í farnu viku handaði Kristiani Magnussen, landsstýrismanni, eina áheitan við 513 undirskriftum, hevur verið borið fram í fjølmiðlunum, at talan er um tað stóra upprunaliga sjúkrahúsprojektið fyri 300 mill. kr. Hetta er ein stór misskiljing siga fleiri starvsfólk á Landssjúkrahúsinum, ið hava vent sær til Sosialin fyri at fáa rætta hesa misskiljing. Tey vísa á, at Kristian Magnussen hevur sagt við pressuna, at starvsfólkini hava mælt til at gera tað stóra projektið til yvir trý hundrað milliónir í staðin fyri umbyggingar. Starvsfólkini gera vart við, at hetta má Kristian Magnussen, landsstýrismaður, hava misskilt. Tey siga, at tey yvir fyri landsstýrismanninum júst greitt undirstrikaðu, at tað als ikki var neyðugt at gera alt tað upprunaliga projektið hjá Árna Winther. Hetta projektið fevndi jú um tvær stórar lonir og mong onnur arbeiði.



Tilmælið hjá starvsfólkunum: at byggja ein part av upprunaprojektinum

Starvsfólkini gera vart við, at tey hava skotið upp, at byrjað verður uppá ein hóskandi part t.d. ta einu lonina frá gamla uppskotinum í staðin fyri at nýta pening til umbyggingar. Hugsað verður um ein part, ið kundi nøkta tørvin hjá eitt nú teimum heimleysu funktiónunum og ávísum øðrum funktiónum, ið nú hava sera átroðkandi plásstørv.

Starvsfólkini á landssjúkrahúsinum siga seg hava gjørt Kristiani Magnussen, landsstýrismanni, púra greitt, at tey bert mæltu til at byggja ein part av upprunaprojektinum, tí tey væl vistu, at hitt var politiskt og fíggjarligt ógjørligt í hesum tíðum.

Somu starvsfólk undrast eisini á, at Kristian Magnussen, í útvarpinum segði seg vera bilsnan um, at mótstøðan móti umbyggingarætlanunum á Landssjúkrahúsinum var so stór. Hetta, halda tey, kann ongan undra, tí ætlaninar hava áð

ur verið til hoyringar á Landssjúkrahúsinum, har allir starvsfólkabólkar vístu teimum aftur. Samstundis mæltu bólkarnir til at byggja nýtt.


Vandin við mótmælinum

Landsstýrismaðurin hevur í pressuni víst á, at mótmælið hjá starvsfólkunum kann føra til, at einki hendir á Landssjúkrahúsinum. Ella við øðrum orðum, at tingmenn taka tær 29 millónirnar, ið eru ætlaðar til umbyggingar og flyta tær til aðrar íløgur.

Starvsfólkini halda kortini, at eitt tílíkt stig vildi verið so ábyrgdarleyst, at tey ikki duga at hugsa sær, at nakar tingmaður kundi funni uppá slíkt. Talan er jú um sjúkrahúsið hjá øllum føroyingum. Fólksins umboðsmenn- og kvinnur kunnu ikki fara at skaða henda stovn bert fyri at revsa starvsfólkini, ið hava kent tað sum sína skyldu at gera vart við hesi viðurskifti. Tað vildi verið heilt burturvið, ja, heilt óhugsandi, so mikið meira, sum uppskotið hjá starvsfólkunum, tá ið samanum kemur, ikki kostar meira enn tær umbyggingar, ið nú eru uppá tal, siga starvsfólkini við Sosialin.


Fegnast um støðu landsstýrismannsins

Starvsfólkini siga annars, at tey, hóast hesa misskiljing, sum vónandi nú er rættað, eru sera fegin um, at Kristian Magnussen, landsstýrismaður, nú fer at leita eftir politiskum stuðli til at byggja nýtt í staðin fyri at umbyggja.

Tey heita á allar flokkar um at stuðla landsstýrismannin. Starvsfólkini ivast ikki í, at landsstýrismaðurin nú skilir, hvussu álvarsom støðan á landssjúkrahúsinum er. Eisini siga tey, at fáa tey vónir um, at eitt nýtt hús verður bygt norðurur úr høvuðsbygninginum, so kunnu tey halda út at bíða eftir betri umstøðum. Fáa tey hinvegin onga vón, verður støðan skjótt heilt ótolandi.