Ikki-umboðandi parlamentarisma

Jógvan Olsen, handan Á, Tórshavn
----

Janus Rein fekk 250 atkvøður á løgtingsvalinum í 2011. Aðrar 717 atkvøður fekk hann frá borgarum, sum ikki høvdu valt hann. Janus Rein fekk sostatt 74 procent av sínum atkvøðum frá borgarum, sum ikki valdu Janus Rein. Millum annað frá undirritaða, men hetta hendi uttan mítt samtykki! Eg atkvøddi fyri lista F; fyri einum fólki, sum ikki kom inn. Tað er í lagi. Eg hevði gjarna atkvøtt fyri ymsum fólkum á lista F, hevði eisini verið til reiðar at atkvøtt fyri ávísum øðrum listum. Men í hvussu er síðan løgtingsvalið í 2011 og til og við skrivandi løtu hevur listi A verið tað, sum eg av øllum helst ikki vil síggja í Tinginum. Kortini fer mín atkvøða nú til júst - lista A. Hetta prógvar í ólukkumát, at okkara valskipan ikki tryggjar at borgararnir verða umboðaðir í Løgtinginum. Í mínum føri er tað øvugt umboðan: mín atkvøða fer nú til at umboða tað øvugta av mínum sjónarmiðum.
Suff!
Hvat skulu borgarar gera at tryggja seg móti at slíkt kann henda? Kundi man gjørt gjølligar kanningar av arbeiðshættunum í teimum listunum, man hevur hug at atkvøða fyri? Hetta fyri at vita um listarnir hava proce­durur at tryggja, at tað bert eru loyal valevni, sum koma á listan? Tað hevði tikið fleiri tímar, helst dag­ar, av kanningararbeiði hjá hvørjum einstøkum borg­ara. Eitt er, at listarnir høvdu borið seg undan at verið tøkir til slíkt. Nakað annað er hetta: Um vit sum borg­arar skulu brúka stóra orku uppá at tryggja at okk­­ara umboðan er verulig um­boð­an, hví skulu vit tá bara vera umboðaði? Hví kunnu vit tá ikki heldur hava beinleiðis fólkaræði í staðin? Um vit borgarar skulu leggja næst­an líka nógv arbeiði í at tryggja at vit eru rætt um­­boðaði, sum beinleiðis fólka­ræði vildi kravt, tá vildi tað verið betri við beinleiðis fólka­ræði. Nú á døgum hava vit tøknina, sum ger tað gjør­ligt; tað finnast ikki longur prakt­iskar forðingar, sum kunnu brúkast sum undanførsla.
Kortini ynski eg mær ikki beinleiðis fólkaræði. Men broyt-ingar mugu gerast.
Í allarminsta lagi mugu vit hava atgongd til at fáa framt nýval. Tað eigur ikki at vera neyðugt at hava til dømis 15.000 undirskriftir fyri at hava rætt til nýtt val. Øllum kunnugt finst nú á døgum fyribrigdið veljarakanningar. Tað er ongin grund til at slíkar ikki eru partur av eini mannagongd at meta, hvørt tað finst grundarlag fyri nývali. Ein møgulig manna­gongd kundi verið hendan: Um ein borgari kemur við undirskriftum frá 100 borgarum, skal lands­stýrið lata gera óhefta mein­ingakanning. Um meininga­kanningin vísir, at ein meiri­luti av veljarafjøldini ynskir nýval, skal løgmaður út­skriva nýval.
Betur vildi verið, um vit høvdu eitt ráð, óheft av Løgtinginum, at gera broyt­ingar í valskipanini. Eitt tí­líkt ráð burdi verið virkið í hvørjum valskeiði at meta um tørvin á tillagingum ella størri broytingum til næsta val. Hetta ráð kundi har­­um­framt verið tann mynd­ug­­leikin, sum ásetti løn og starvs­viðurskifti fyri løg­tings- og landsstýrisfólk. Við fyrimuni kundi eitt slíkt ráð verið valt við luta­­kasti millum allar val­bærar borgarar. Sjálvandi kundi eisini verið valt við atkvøðu­seðli samstundis sum valið til Løgtingið.
Tað er ikki nøktandi at tey, sum ynskja sær at verða vald á Ting við tað fylgjandi valið eru tey somu, sum skulu við­gera møguligar broyt­ingar í vallógini.