FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Í samband við, at málsøkið, »Radiogrundaða neyð- og trygdartænastan á havinum«, verður yvirtikið, hevur Rúna Sivertsen, løgtingskvinna, sett Bjarna Djurholm, landsstýrismanni nakrar fyrispurningar um VHF-sendinetið.
Løgtingskvinnan spyr, á hvørjum økjum VHF-sendinetið ikki røkkur og um nakrar kanningar eru gjørdar í hesum sambandi. Hon vil eisini hava at vita, hvat tað kostar at útbyggja VHF-sendinetið, so øll økir verða rokkin, og nær væntast kann, at netið verður útbygt, soleiðis at tað røkkur øllum leiðum í føroyskum sjóøki.
At enda spyr løgtingskvinnan, um tað er lógarfest, at bátar, sum er fevndir av løgtingslóg nr. 72 frá 13. mai 1992, skulu lurta á neyð- og kallibylgjuni, kanal 16.
Neyðugt at kunna geva boð frá sær
? Sum fiskivinnutjóð hava vit nógvar útróðrarmenn, sum fiska á leiðunum nær landi. Veðrið er óstøðugt og útróðrarlívið ikki vandaleyst. Tí er tað av alstórum týdningi, at bátar altíð hava møguleika at geva boð frá sær, sigur Rúna Sivertsen í viðmerking til fyrispurningin.
Hon vísir á, at í løgtingslóg frá 13. mai 1992 um bjargingarútgerð á opnum bátum og á førum undir 20 tons, er ásett, at neyðsendari av VHF slagi skal verða umborð. Hesin skal ikki vera berbarur, men fastgjørdur.
? Men hóast henda áseting er ein víðkan í mun til altjóða áseting, er hetta ikki nóg mikið, tí VHF ikki hoyrist á fleiri leiðum, leggur løgtingskvinnan dent á.
? Tað er nevniliga ein trupulleiki, at hoyrilíkindini á VHF eru so vánalig á fleiri støðum, at tað er ómøguligt at fáa samband við Tórshavnar Radio. Menn, sum rógva út her um okkara leiðir, siga, at hoyrilíkindini ikki eru nóg góð, hvørki í Djúpunum, Kalsoyarfirði, Eiðisflógva og ei heldur í í Vestmannasundi, sigur løgtingskvinnan úr Norðoyggjum.
Gingu burtur, eingin hoyrdi neyðarkallið!
Rúna vísir eisini á ein annan trupulleika, sum í hesum førinum liggur í hondunum hjá útróðrarmonnunum sjálvum. Hetta er, at menn eru ikki nóg raskir at lurta á neyð- og kallibylgjuni.
? Fleiri orsøkir kunnu vera til, at teir ikki lurta, men hesar eru so ikki nøkur umbering. Útróðrarmenn kunnu t.d. gloyma at skifta á kanal 16, tá ið teir hava tosað á aðrari kanal. Ein onnur orsøk er, at menn eru farnir at nýta fartelefon.
Fartelefonin kann vera hent, men er sum kunnugt ikki góðkend sum trygdarútgerð.
? Illgruni er um, at menn eru burturgingnir, tí eingin hevur hoyrt neyðarkallið frá teimum. Tað kann ikki prógvast, at teir hava sent út neyðarkall, tí teir bóru ikki boð í bý, sigur løgtingskvinnan.
Sendinetið skal gerast forsvarligt
? Í einum oyggjalandi sum okkara, við nógv størri havøki enn landøki, er tað sjálvsagt nógvir, ið hava sítt dagliga yrki á sjónum. Og tað eru fá her á landi, sum ikki ferðast millum oyggjarnar, antin til arbeiðis, í ørindum ella fyri at njóta vøkru náttúruna.
Løgtingskvinnan heldur, at tað tí er óskiljandi, at hoyrilíkindiniikki eru nóg góð, og at VHF-sendinetið í 2002 ikki er forsvarligt.
? Hesi viðurskifti, sum fevna um trygd á sjónum, mugu fáast í rættlag, ongantíð ov skjótt. Skip og bátar skulu altíð hava møguleika at senda út neyðarkall, sum Tórshavnar Radio og aðrir bátar hoyra, so hjálpin kann veitast skjótast gjørligt.
Rúna Sivertsen heldur ikki, at krónur og oyru skulu vera ein forðing fyri einum forsvarligum VHF-sendineti í einum landi, har fiski- og útróðrarvinnan er ein so týðandi partur í samfelagnum.
Tí hevur hon sett landsstýrismanninum hesar fyrispurningar, nú nevnda málsøkið verður yvirtikið.