Illveðrið rakar eisini flogbóltin

Flogbóltur: Ein dystur skuldi spælast í kvøld, men hann er avlýstur vegna veður.

Ringa veðrið í dag hevur havt nógvar avlýsingar við sær, og hetta rakar eisini ítróttin. Hondbóltsdystirnir ímillum Kyndil og VÍF eru avlýstir, og nú er ein flogbóltsdystur eisini avlýstur.


Flogbóltssamband Føroya sigur í tíðindaskrivi, at steypadysturin ímillum Fleyr og SÍ b, sum skuldi spælast í Gundadalshøllini í kvøld, er avlýstur vegna veður.


- Í samráð við umboð fyri SÍ b og Fleyr a er gjørt av, at dysturin verður fluttur til hósdagin 14. desember kl. 21.00 í Gundadalshøllini, skrivar flogbóltssambandið.