Illveðrið seinkaði

Skjótt varð borið at, frá Ågot sendi út neyðarkall til verjuskipið Vædderen var á veg til skipið. Men ringa veðrið gjørdi, at verjuskipið ikki fekk siglt við fullari ferð

Sunnumorgunin klokkan 10:18 fekk vakthavandi á marinustøðini í Havn boð um, at línuskipið Ågot hevði fingið ein sjógv.Hesin sjógvurin gjørdi oyðilegði alla nautiska útgerð á brúnni, og einans basr til at stýra skipinum við hond.

Marinustøðin fekk eisini at vita, at skiparin, ið var staddur á brúnni, tá skipið fekk sjógvin, hevði fingið stóran skaða.


Ódn

Veðrið var av tí ringasta í økinum, har skipið fekk sjógvin. Vindmegin var um 20 til 25 metrar um sekundið við hvirlum við ódnarmegi. Hetta gjørdi, at aldurnar vóru millum 10 og 15 metrar høgar.


Verjuskipið klárt beinan vegin

Marinustøðin sigur í tíðindaskrivi, at verjuskipið Hvítabjørnin lá á Havnini, tá Ågot fekk sjógvin.

Lynx tyrlan og veruskipið vórðu beinan vegin gjørd klár at fara Ågot til hjálpar, og væntað varð at vera frammi hjá Ågot um hálvgum fimm tíðina.

Men illveðrið gjørdi, at tað ikki bar til hjá Hvidbjørnen at sigla við fullari ferð, og tí var skipið ikki frammi hjá Ågot fyrr enn klokkan sjey sunnukvøldið.


Skiparin deyður

Stutt eftir, at Hvidbjørnen var farin av Havnini, komu boð um, at skiparin á Ålgot, Poul Eyðfinn Poulsen, var deyður av løstinum, hann fekk av sjógvinum. Tískil varð tyrlan ikki send út til Ågot.

Men fyri økja um trygdina, varð Tjaldrið, sum lá í Djúpunum, biðið um at vera klárt.


Fingu ikki manning umborð

Tá Hvidbjørnen var frammi hjá Ågot klokkan sjey, var veðrið enn so mikið vánaligt, at ikki bar til at seta manning av Hvidbjørnen um borð á Ågot.

Hetta bar ikki til fyrr enn tíðliga mánamorgunin, tá komið varð undir land.

Ågot og Hvidbjørnen vóru á Klaksvík mánamorgunin klokkan níggju.