Illveðrið, sum hevur fingið navnið Emma, hevur herjað fleiri lond í Miðevropa í dag Í Týsklandi og Eysturríki hava sjey fólk latið lív, eftir at trø fuku niður á bilarnar, sum tey vóru í. Í Kekkia doyðu ein maður og ein smágenta, tá okkurt feyk á tey.
Illveðrið hevur órógvað ferðsluna nógvastaðni. Í Danmark var eisini nógvur vindur í dag, og nakrir skaðar eru fráboðaðir.
Í Alpunum hava veðurstøðir mátað vind upp í 190 kilometrarum tíman, og sagt verður, at vandi er fyri skalvalopum.