Illveður og tekniskir trupulleikar darvaðu Magnus Heinason

Týsdagin í farnu viku kom Magnus Heinason aftur av fyrsta túrinum í ár, har farið varð út at gera hydrografiskar kanningar kring Føroyar. Men illveður og tekniskir trupulleikar darvaðu arbeiðinum

 

Túrurin hjá Magnusi Heinason byrjaði norðanfyri eftir standardskurðinum har, men vegna tekniskar trupulleikar eydnaðist ikki at taka allan skurðin, áðrenn hann øtlaði veðrið.

Tískil var siglt undir land, har Magnus Heinason lá bakk til veðrið blíðkaði so mikið, at gjørligt var at halda fram. Tá var farið vesturum at taka teir tríggjar standardskurðirnar har. Vegna trupulleikarnar fyrst á túrinum og vánaliga veðrinum vóru ikki stundir at taka skurðirnar í Hetlandsrennuni.

Á túrinum vórðu royndir millum annað tiknir fyri at kanna tøðevnir og CO2 innihald.

Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar. Túrurin er ein partur av teimum regluligu kanningunum eftir standardskurðunum, skrivar Havstovan.

Um túrin skrivar umboð fyri Havstovuna millum annað soleiðis:

– Við Seabird CTD-ini tóku vit 47 støðir og salt á teimum flestu støðunum. WP2-glúp á 27 støðum. Á støðunum R8, V6, N4, N5, N14 vóru royndir tiknir av tøðsøltum. Á støðunum R8,V6, N5, N14 vóru prøvar tiknir til CO2-mátingar. Á støðunum N7 og V6 vóru prøvar tiknir til goymslu.

Á øllum støðum á skurði K vórðu tiknir royndir av tøðsøltum og plantuæti. Saltroyndirnar verða analyseraðar í vár.

##med2##

Her sæst kort, hvar Magnus Heinason var.