Næsta ár fer Tórshavnar býráð at leggja upp til arbeiðsskapandi íløgur, men samstundis er ætlanin at tálma sjálvan raksturin.
Tað sæst í uppskotinum til fíggjarætlan fyri næsta ár, sum er lagt fyri Býráðið í kvøld.
Tað er greitt, at næsta ár verður skattaprosentið tað sama sum í ár, 20,25 prosent og barnafrádrátturin verður eisini tann sami, sum í ár, 8.000 krónur fyri hvørt barnið.
Annars ætlar býráðið at seta fimm milliónir av til dagstovn til børn í Kollafirði, níggju milliónir verða settar av til stóra ítróttarhøll í Vesturbýnum í Havn og somuleiðis eru níggju milliónir settar av til eina miðbýarætlan.
Annars heldur arbeiðið at gera Tórsvøll, fram og á Vestaru vág er ætlanin at gera vinnuhús.
Somuleiðis skal brúgv gerast um Sandá, fyri at nevna nakrar íløgur.
Tilsamans verða íløgurnar í Tórshavnar Kommunu 131 milliónir næsta ár, tað eru 12 milliónir meiri enn í ár.
Hinvegin er rakstrarútreiðslurnar minkaðar einar 12 milliónir næsta ár, niður í 480 milliónir.
Tilsamans verður mett, at Tórshavnar Kommuna fer at fáa 619 milliónir næsta ár og tað er eitt prosent meiri enn í ár og tað heldur býráðið er varliga mett.