Á bygdaráðsfundi í Hvalbiar kommunu í annaðkvøld snýr eitt mál á skránni seg um nýggjan vita í Hvalba.
Í Hvalba er innsiglingarviti, sum stendur niðan fyri kirkjugarðin, og hesin er rættiliga gamal og ótíðarhóskandi eftir nútíðar mátistokki.
Borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Trúgvi Gudmundarson, heldur, at vitin í Hvalba er hin einasti - ella millum teir heilt fáu í Føroyum - sum enn eru gassfýrdur.
Tað er kommunan, sum eigur vitan, men tað er Landsverk, sum umsitir hann samsvarandi reglum hjá Sjóferðslustýrinum.
- Vit hava ein mann, sum hyggur til vitan av og á og sum syrgir fyri, at hann er forsýnaður við gassi. Vitin hevur riggað væl, og tað er ikki tí, at hann verður skiftur út.
Borgarstjórin vísir á, at neyðugt er at dagføra vitan í Hvalba, soleiðis at hann eitt nú sjálvirkandi kann senda fráboðan, um okkurt brek er.
- Vit hava eitt tilboð frá Landsverki um nýggjan vita, og hetta verður helst ein íløga fyri kommununa, sum fer at tátta í 200.000 krónur.
Hann sigur, at Landsverk nakrar ferðir hevur vent sær til Hvalbiar kommunu um dagføring av vitanum, og hann væntar, at neyðugt verður at gera hetta arbeiði í næstum.
- Sjálvt húsið, har vitin stendur, verður ikki skift, men tað er vitin sjálvur sum verður skiftur og dagførdur, sigur Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu.
Landsverk hevur sagt, at nýggi innsiglingarvitin í Hvalba verður viðlíkahaldsfríur í 10 ár.