Ilt eyga kann einki gott sjá?

? Tað hevur altíð eyðkent formenninar í Lærarafelagnum undan Andrassi Samuelsen, at teir hava klárað at hildið partapolitikkin uttan fyri formansstarvið, sigur Signar á Brúnni, sum stórliga undrast á framferðina hjá Andrassi L. Samuelsen. ? Hatta ber ikki boð um, at hann er sinnaður at loysa trupulleikarnar, heldur landsstýrismaðurin

? Tað hevur altíð eyðkent formenninar í Lærarafelagnum undan Andrassi Samuelsen, at teir hava hildið partapolitikk uttanfyri.

At menn soleiðis samtala gjøgnum fjølmiðlarnar um slík mál heldur Signar á Brúnni vera sera óheppið - og ikki bera boð um, at menn eru sinnaðir at loysa mál. Vilja menn veruliga loysa málini, so er bara at tosa saman, heldur Signar á Brúnni, ið heldur seg hava gjørt tað hann kann fyri at hava eitt so gott samstarv sum gjørligt við Føroya Lærarafelag.

? Vit hava jú sama endamál, at fáa ein so góðan skúla sum gjørligt, sigur Signar á Brúnni.

Andrass L. Samuelsen vísti í nevndu oddagrein í Skúlablaðnum eisini á, at Skúlin á Trøðni er so illa fyri orsakað av vantandi vilja landsstýrismansins at loysa trupulleikar, at vandi nú er fyri, at næmingar mugu sendast av landinum.

? Eg havi tosað við embætismenn í landsstýrinum um hetta málið, og teir arbeiða við málinum, sigur Signar á Brúnni. Hann sigur, at tað er so nógv at gera í samband við nýggju fólkaskúlalógina, og at m. a. 40 kunngerðir skulu gerast.

Hann vísir eisini á, at ávísar rættingar mugu gerast í lógini, sum hann tí má leggja fyri tingið. Eitt nú vísir hann á, at nýggja undirvísingargreinin, tøkni, sum skuldi vera í 4., 5., og 6. flokki nú bert kann vera í 4. flokki, tí at undirvísingartilfar ikki er klárt - tí vit ikki eru nóg væl fyrireikað, sigur hann.

Men landsstýrismaðurin vísir eisini á framstig, sum eru hend á økinum.

? Eitt nú við kunningartøkni í skúlanum. Á hesum øki er nógv hent, eitt nú hava lærarar fingið í boðið undirvísing í teldu. Eisini hava við gjørt sáttmála við Føroya Tele um internetsamband - eina sera góða avtalu. Men hetta nevnir Andrass Samuelsen ikki við einum orði, sigur Signar á Brúnni - og nevnir orðatakið »Ilt eyga kann einki gott sjá.

Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at tá hann ikki fekk neyðugu játtanina til skeiðvirksemi fyri lærarar í 1998, bað hann um eykajáttan upp á fýra milliónir. Hann fekk kortini bert tvær, og tí valdi hann at broyta kunngerðina um skúladagar soleiðis, at lærarar nú kundu fáa frí tveir dagar í hesum skúlaárinum til skeiðvirksemi. Á henda hátt vórðu nógvir pengar spardir, tí nú skuldi bert gjaldast fyri tann, sum kom at undirvísa lærarunum.

? Fleiri lærarar hava sagt mær, at teir eru sera væl nøgdir við henda møguleika, sigur Signar á Brúnni.

At enda vísir landsstýrismaðurin á, at hann ikki reiðiliga skilir kritikkin frá Andrassi Samuelsen um nevndina, sum skal viðgera arbeiðstíðina hjá lærarum.

? Vit vóru samd um at seta eina nevnd. Vit skuldu útnevna tveir persónar, lærarafelagið tveir og Fíggjarmálastýrið ein. Lærarafelagið var ikki nøgt við teir persónar, sum eg hevði valt, og tí gjørdi eg av at ganga teimum so mikið á møti, at eg skifti annan persónin út - og so skuldi verið klárt at farið til arbeiðis, sigur Signar á Brúnni.

? Men hetta var heldur ikki nóg gott. Nú vil lærarafelagið hava meg at skifta hin persónin út eisini, men tað geri eg ikki - nú bíði eg eftir lærarafelagnum, og tá teir eru klárir, kann nevdnin fara til verka.

Signar á Brúnni sigur, at hann ikki hevur mist tolið við formannin í lærarafelagnum, og hann hugsar ikki, at hinir nevndarlimirnir eru av somu áskoðan sum formaðurin. ? Eg skal nokk hava tol við honum. Eg undrist bara stórliga á atburðin hjá formanninum, men hann skal vera hjartaliga væl komin til mín at tosa um øll viðurskifti, sum liggja honum á hjarta?