Imponeraður av lønarhækkingini

LØNARHÆKKING Tá ið tey alment løntu fara at samráðast um løn í heyst, ætlar formaðurin í Lærarafelagnum at sáttmálan, sum arbeiðarafeløgini fingu herfyri, við sær í lummanum

- Eg hevði ikki væntað, at arbeiðarafeløgini fóru at fáa so frægt í lønarhækking, sum tey fingu.
Magnus Tausen, formaður í Lærarafelagnum sigur, at hann er ikki sørt imponeraður av úrslitinum, sum tey fimm arbeiðarafeløgini fingu í sáttmálanum við arbeiðsgevararnar, sum varð undirskrivaður fyrr í mánaðinum.
Sáttmálin er galdandi í tvey ár og tilsamans fingu arbeiðarafeløgini eina lønarhækking upp á 3,8%. Av tí er tann størri parturin ein beinleiðis lønarhækking og ein minni partur verður lagt afturat eftirlønini.
- Soleiðis sum tíðirnar eru. Er hetta meiri enn eg hevði væntað, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.
Hann sipar eisini til tær ábendingar og tær útsagnir, sum hava verið at hoyrt frá politikarum og øðrum um, at tað ongar lønarhækkingar skulu vera næstu árini.

Ein fyrimynd
Magnus Tausen sigur, at sáttmálin, sum arbeiðarafeløgini fingu, er eitt gott útgangsstøði hjá fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum at hava, tá ið tey fara til samráðingar um nýggjan sáttmála í heyst.
Og hann dylir ikki fyri, at hann ætlar at brúka sáttmálan hjá arbeiðarafeløgunum sum fyrimynd.
- Hóast talan sjálvandi er um hvør sínar samráðingar, vísir veruleikin, at tað slepst ikki undan at brúka teir fyrstu sáttmálarnir, sum eru gjørdir, sum fyrimynd, sigur hann.
- Tað er altíð ein ávísur samanhangur ímillum sáttmálarnar og tí fær úrslitið hjá arbeiðarafeløgunum eisini ávirkan á okkara samráðingar í heyst.
Er ein hækking upp á 3,8% í tvey ár so eitt úrslit, sum tey alment løntu fara at miða eftir í samráðingunum í heyst?
- Eg má siga, at eg eri nokk so bilsin av úrslitinum hjá arbeiðarafeløgunum, tí tað sær slett ikki so býtt út. Eg haldi, at tað er eitt sera positivt tekin, at feløgini fingu 3,8% í hækking, umframt aðrar ágóðar, tí tað er ein himmalvíður munur á tí og eini nullloysn.
- Hetta fara vit at brúka sum eitt útgangsstøði í okkara samráðingum, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.

Góður gróðrarbotnur
Hann heldur tí, at gróðrarbotnur er fyri góðum samráðingum í heyst, afturímóti samráðingunum fyri nøkrum árum síðani, tá ið fíggjarmálaráðið alla tíðina tvíhelt um eina nullloysn.
- Tað ber ikki til at samráðast við ein mótpart, sum ikki hevur heimild til nakað sum helst, uttan at siga nei.
Nú er veruleikin eisini tann, at í játtanarkarminum, sum Løgtingið hevur lagt fram, er onki sett av til lønarhækkingar?
Tað er onki nýtt, so tað skal ikki leggjast so nógv í tað. Hatta er ikki ein partur, sum vit ikki hava ávirkan á og tað er heldur ikki okkara borð. Vit hugsa eina og aleina um at fáa so góðan sáttmála, sum gjørligt. Hvussu ein lønarhækking so verður fíggjað, er ein politiskur spurningur, sigur Magnus Tausen.
Les eisini greinina: Vit hava okkara egnu krøv.