India vil ikki lata upp fyri vatni til Pakistan

Sáttmálin, sum skipar deilingina av vatninum úr Indus-ánni millum India og Pakistan, er frá 1960. Hóast vápnahvíld er undirskrivað, er avtalan ikki vorðin virkin aftur

- Pakistan fær framvegis einki vatn úr indiskum áum, eftir at ein avtala millum londini varð sett úr gildi.

 

Tað sigur indiski forsætisráðharrin, Narendra Modi. 

 

Avtalan um býtið av vatninum úr Indus-ánni varð sett úr gildi í samband við vápnaðu samanbrestirnar millum londini fyri nøkrum vikum síðan.

 

Hóast ein vápnahvíld er undirskrivað, er avtalan um vatnveiting ikki vorðin virkin aftur.

 

Sáttmálin, sum skipar deilingina av vatninum úr Indus-ánni millum India og Pakistan, er frá 1960, og tað er serliga Pakistan, sum hevur brúk fyri vatni úr ánni.

 

India tók seg burtur úr avtaluni, eftir eitt yvirgangsálop á indisk ferðafólk í einum bussi í Kashmir, har nógv fólk lógu eftirá.

 

Indisku myndugleikarnir halda, at Pakistan stóð aftanfyri álopið, men landið sigur seg einki hava við atsóknina at gera.

 

- Álopið á indisku ferðafólkini endaði við vápnaðum samanbrestum í fleiri dagar millum India og Pakistan, veit tíðindastovan NTB at siga.