Elsa Berg, borgarstjóri, handaði næmingunum prógv fyri teirra avrik.
Hon segði, millum annað soleiðis til handanina:
- Fyrst av øllum vil eg takka tykkum, fyri at brúka tykkara virðismiklu tíð og orku upp til at skapa lív í skúlagørðunum í kommununi. Tit hava valt at raðfesta trivnaðin hjá øðrum – og serliga teimum yngru børnunum. Tit taka ábyrgd og skapa meira lív í fríkorterunum. Tit eggja til rørslu og gleði millum yngru næmingarnar og eru góðar fyrimyndir.
Tit hava eisini verið á skeiðið, har tit hava fingið hugskot til spøl, lært at skipa fyri og hava fingið kunning um, hvussu tit kunnu samskifta við yngru næmingarnar og fáa øll við. Eg ivist ikki í, at hetta eru førleikar, ið koma at verða tykkum til gangs seinni í lívinum bæði fakliga og sum menniskju.
Á heiðurspróvnum, sum nú verða handað tykkum, stendur, at tit hava:
· sett í gongd spæl í fríkorterinum
· elvt til felagsskap
· fingið teir yngru næmingarnar at røra seg
· víst ábyrgd.
Takk øll tit, sum hetta skúlaárið hava mannað spæliliðini i Tórshavnar kommunu og átikið tykkum eina uppgávu, sum hevur so stóran týdning fyri felagsskap, góðan trivnað og rørslu. Haldið áfram, og gloymið aldri týdningin av at spæla – saman.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##