Í Danmark herjar ein serlig influensa sum ger, at talið av sjúkum er tvífaldað nakrar ferðir seinastu vikurnar. Danskir læknar ávara í móti at kalla tilburðin fyri eina epidemi men sanna, at tað gongur tann vegin. Tað skriva danskir miðlar í dag.
Í Føroyum eru vit eisini í serligari støðu, tá ið umræður sjúkratilburðir, men talan er um tað øvugta av støðuni í Danmark.
- Influensan er næstan ikki at síggja fyri tíðina, men nógv fólk eru komin inn at koppseta seg móti influensuni, sigur Birni Hansen, kommunulækni.
Hann hevur bæði virkað sum kommunulækni og sum vaktarlækni á landssjúkrahúsinum seinastu vikurnar, og kann gjøgnum hesar royndirnar siga, at støðan er frægari enn hon hevur verið um hetta mundi undanfarin ár.
- Tað hevur verið óvanliga friðarligt seinastu tíðina samanborið við, hvussu tað plagar at vera hesa ársins tíð, sigur Birni Hansen.
Hann vísir á, at meðan influensan at kalla ikki hevur verið at sæð í hansara læknaviðtalu, so hevur spýggisjúka og magasjúka plágað.
- Vit hava sæð spýggi og magasjúku og at fólk gerast svimbul, men heldur ikki teir tilburðirnir er hægri enn vanligt er, sigur Birni Hansen.
Í Føroyum er eingin stovnur, sum kann siga nakað um samlaðar tilburðir av slíkum slag, men in.fo hevur verið í samband við aðrar kommunulæknar, sum eru av somu áskoðan.