Infrareytt ljós til koyring í myrkri

Sambært Hella lyktaverksmiðjuni henda 40 prosent av vanlukkunum, har fólk doyggja í ferðsluni, í myrkrið, hóast einans 20 prosent av ferðsluni er í hesum tíðarskeiði á samdøgrinum

Á kendu lyktaverksmiðjani, Hella, verður arbeitt við gera forlyktir við infrareyðum ljósi, fyri at økja um ferðslutrygdina, tá koyrt verður í myrkrið. Tað tryggasta hevði verið, um vit altíð koyrdu við fjarljósum, men tað ber einans til í 5 prosentum av tíðini ið koyrt verður.
Upplýsa vegin ósjónliga
Infrareyðu forlyktirnar upplýsa vegin ósjónliga 200 metrar fram. Tað ósjónliga endurspeglandi ljósið, saman við teimum vanligu lyktunum, verður loftað av einum infrareyðum kamera, ið endurgevur myndina á einum skýggja inni í bilinum. Bilførarin skal venja seg við, at skýggin vísir tað ósjónliga strekkið heilt upp til 200 metrar frammanfyri bilin, men tað roynist sera væl.

Kelda: FDM / Motor