Ingálvur lyfti okkum øll upp

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur nógv góð minni um Ingálv av Reyni, sum fyri ikki so langari tíð síðani segði Jógvani á Lakjuni, at hann dagliga mintist til hansara í bøn

MENTAMÁLARÁÐHARRIN UM INGÁLV

Sunnumorgunin frætti Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, at Ingálvur av Reyni var farin. Umframt í sínum starvi sum landsstýrismaður at hava við starvsøkið hjá Ingálvi og við Ingálv sjálvan at gera, so minnist Jógvan á Lakjuni Ingálv sum vinmann - bæði gjøgnum tað sum teir báðir saman hava verið uppií og í vinskapi, sum er arvaður frá undanfarnu ættarliðunum.
- Ingálvur var nakað fyri seg, og tá er hetta bara sagt í positivari merking. Tað er ikki so langt síðani, at hann í Norðurlandahúsinum segði við meg, at hann dagliga bað fyri mær í mínum starvi sum landsstýrismaður í mentamálum. Henda partin av lívinum hjá honum kenna vit kanska ikki so nógv til, men medferðin og atburðurin og alt tað, sum Ingálvur gjørdi og segði boðaðu frá, hvussu stóran týdning tað hevði fyri hann, at hann hevði frið við sín Gud, Skapara og Frelsara, heldur Jógvan á Lakjuni, sum sigur seg vera sera fegnan um, at ein av undanmonnum hansara, Tórbjørn Jacobsen, í 2000 handaði Ingálvi av Reyni, mentanarvirðisløn landsins.
Jógvan gekk á læraraskúla í Havnini frá 1972 og fram til 1977. Hann sang í Ebenezerkórinum, og av og á í hesum tíðarskeiðnum var Ingálvur í kórinum.
- Eg havi staðið undir liðini á Ingálvi og sungið. Tað var fantastisk uppliving. Tú kendi teg at vera nógv betri sangara, enn tú ivaleyst vart. Ingálvur lyfti allar hinar sangararnar upp og fram. Og tað var eitt av eyðkennunum við honum. Tá ið tú hevði verið saman við honum, kendi tú teg lyftan upp.
Tá ið Jógvan á Lakjuni hevði fingið deyðsboðini av Ingálvi, rann honum til hugs sangurin, sum so ofta er at hoyra í Útvarpinum, og sum eitur Mær leingist at síggja staðin.
- Hetta er ein føroyskur sangur. Abbi mín, Victor Danielsen, gjørdi orðini. Knút Háberg, sum andaðist fyri nøkrum døgum síðani, og sum var javngamalur við Ingálv, gjørdi lagið, og Ingálvur syrgdi við síni vøkrum og mergjaðu rødd fyri, at sangurin so at siga er vorðin fólkaogn, og at hann ofta verður nýttur eitt nú í sambandi við jarðarferðir. Í øðrum versi yrkti abbi og syngur Ingálvur: "Eg veit væl staðurin stendur, Tó fjaldur enn fyri mær, Mín sál mót honum sær vendir, Tó eygað enn ei hann sær". Og so heldur hann fram "Men tá tað, sum nú eg trúgvi, Eg skal við undran sjá, Tá eg í tí staðnum búgvi - Hvør mangan betri tá!"
- Hetta ørindi kom so greitt fram fyri meg, tá ið deyðsboðini av Ingálvi bórust. Eg hugsaði eisini um kenda málningin hjá honum "Tey ganga á vegnum og bíða". Heitið hevur hann tikið úr Prædikarabókini. Nú er hetta vorðið veruleiki fyri Ingálv, sigur Jógvan á Lakjuni, sum sigur seg hava kent Ingálv alt tað, sum hann kann minnast.
- Tá ið eg kom til Havnar, vóru eg og onnur ungfólk ofta inni hjá teimum. Vit vóru vinmenn við børnini. Vinskapurin stavar heilt frá tíðini hjá pápa Ingálv, Jens av Reyni. Tað var hann, sum av fyrstan tíð heitti á og uppmuntraði abba mín, Victor Danielsen, um at fara undir at týða sálmar og sangir úr útlendskum málum og til føroyskt. Tí høvdu teir nógv samskifti, og vinskapurin og sambandið er so arvað, greiðir Jógvan á Lakjuni frá. Hann ynskir at heilsa Elsu og børnunum og øllum teirra, nú Ingálvur er farin.
- Tey hava mist ein góðan mann og pápa, verpápa og abba, og Føroyar og føroyingar hava mist ein kappa á listarliga økinum.