##med2##
Aftur í dag fall TB við æru aftaná ein dyggan innsats móti einum Topp-5 liði á heimavølli við Stórá í Trongisvági.
KÍ og B36 hava áður sannað, at tað krevur ein harðvunnan sigur at sleppa úr Trongisvági við trimum stigum, og í dag var tað oddaliðið HB, ið vann harðvunnan, men sera týðandi 1-0 sigur á TB við einum sigursmáli Dan í Soylu syrgdi fyri aftaná 12 minuttirs spæl.
Poul Ingason, ið aftur kom til onkran góðan málmøguleika fyri TB heldur avgjørt, at TB var ikki nógv verri enn oddaliðið við Stórá í dag.
Leikliga avrikið og hugburðurin gevur Poul Ingason vónir um, at tann fyrsti sigurin hjá TB hetta kappingarárið er ikki so ræðuliga langt burtur.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Poul Ingason.
HER ber til at hoyra: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal segði frá sigursmálinum hjá HB. 2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Teit Matras Gestsson.