Samstundis sum Ingeborg Vinther legði frá sær sum forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, hevur felagið samykt at gera hana til heiðurslim í felagnum. Tað hendi á aðalfundinum í felagnum í dag.
Tá aðalfundurin endaði, skeyt Harry Benjaminsen, formaður í Tofta Arbeiðarafelag, upp at gera Ingeborg Vinther til heiðurslim í Føroya Arbeiðarafelag. Hetta var eitt uppskot, sum varð stórliga fagnað, og tað varð eisini einmælt samtykt.
Ingeborg Vinther var 35 ára gomul, tá hon varð vald til forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag, og har hevur hon sitið púra trygg líka síðani, tí øll hesi 31 árini, hon hevur verið forkvinna, hevur hon ongantíð havt eitt mótvalevni.
Nú hon legði frá sær, fekk hon eisini eina gávu frá limunum í Føroya Arbeiðarafelag. Fyrst fekk hon ein málning, sum Hilmar Højgaard í Saltnesi hevur málað av Vágseiði.
Tað var ikki sørt, at tey høvdu hug at leggja ein serligan týdning í málningin, tí fremst í honum er drátturin á Eiðinum við tveimum bátum á.
- Tað minnir okkum um, hvussu neyðugt tað er at rógva í takt, og tað er tað, sum Ingeborg Vinther hevur staðið fyri, segði Harry Benjaminsen, tá hann handaði Ingeborg Vinther málningin.
Hon fekk eisini eina troyggju. Mynstrið eitur rósan, men eisini troyggjan hevði ein serligan týdning, tí hon var blóðreyð, sum sigst vera yndisliturin hjá Ingeborg Vinther ? sagt í fluttum týdningi.
Hetta er aðru ferð, at Føroya Arbeiðarafelag tilnevnir ein heiðurslim.
Fyrru ferðina var fyri umleið 20 árum síðani, tá Arni á Rógvi úr Vestmanna varð valdur heiðurslimur í felagnum.
Hann sat í nevndini í mong ár, eisini sum næstformaður, og tað eina árið var hann eisini formaður.