Ingeborg Vinther: Her má okkurt gerast

- Tað stendur ikki væl til í einum landi, har so nógv fólk missa arbeiðið. Hetta er ein kreppa, og politikararnir mugu gera okkurt við hana, sigur Ingeborg Vinther við Rás2 - Hetta er ein óhugnalig støða. Fólk eru ótrygg. Tey eru bangin um framtíðina og vita ikki, um tey kunnu varðveita arbeiðið.

Tað sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, nu fleiri hundrað fólk standa til at missa arbeiðið í fiskivinnuni á landi og sjógvi.

- Landið hevur longu hjálpt einum privatum partafelag, og nú mugu politikararnir eisini hjálpa fiskivinnuni við nøkrum milliónum, so fleiri hundrað fólk ikki missa arbeiðið, sigur Ingeborg Vinther við Rás2.

- Vit ætla ikki at sita hendur í favn og hyggja eftir hesari skeivu gongdini. Her má okkurt gerast, tí tað stendur ikki væl til í einum landi, har so nógv fólk eru í vanda fyri at missa arbeiðið. Hetta er ein kreppa, og politikararnir mugu gera okkurt við hana, sigur hon.