Ingi hevur givið avboð

Tað kemur illa við, at Arsenal miðvallarin og liðformaðurin á U?19 landsliðnum ikki verður við í EM undankappingini

U?19 LANDSLIÐIÐ

Í hesum døgum leggur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U?19 landsliðnum, síðstu hondina á úttøkuna til EM undankappingina. Hon verður í Georgia í tíðarskeiðnum 22. til 26. oktober. Umframt Føroyar og Georgia fara Belgia g Ukreina at luttaka í kappingini.
Venjarin hevur fleiri ferðir tikið til, at talan er um eitt spennandi føroyskt lið, har nógvir góðir og evnaríkir spælarar eru við. Men tá úrvalið ikki er størri, enn tað er í Føroyum, so kann tað vera so skjótt, at avboð hava við sær, at liðið viknar ikki so lítið.
Júst henda støðan hevur nú tikið seg upp. Liðið verður ivaleyst spennandi, men tað kemur sera illa við, at liðformaðurin og royndasti føroyski spælarin, Ingi Højsted, hevur verið noyddur at geva avboð.
Fyrrverandi B36 og núverandi Arsenal spælarin hevur úr London boðað frá, at hann er ikki tøkur til landsliðsferðina. Orsøkin er herviligur fótskaði, sum hevur plágað leingi. Ingi hevur ikki verið førur fyri at venja saman við liðfeløgunum, og tískil hava teir í Arsenal og Ingi Højsted ikki mett, at tað var ráðiligt, at Ingi fór til EM undankapping seinni í hesum mánaðinum.
Tað hevur gingið illa at finna fram til, hvør skaðin hevur verið. Men nú hava teir funnið orsøkina, og tað verður roknað við, at Ingi Højgaard skjótt aftur fer at verða førur fyri at venja saman við hinum ungu spælarunum í Arsenal.
U?19 landsliðið verður úttikið eftir vikuskiftið.