Ingi kann møta dóttrini Ingibjørg í Europa Cup kappingini

Um H71-kvinnurnar trekkja ÍBV úr Íslandi verður talan um eina faðir-dóttir uppgerð

Mynd: ÍBV

Mynd: ÍBV

Ingibjørg Olsen hevur stríðst seinastu vikurnar við at bíta seg fasta á besta kvinnuliðið hjá ÍBV. 

 

Ingibjørg var hetta vikuskiftið við í hópinum hjá ÍBV, ið royndi seg móti grikska liðnum, PAOK í tveimum Europa Cup dystum, ið báðir vóru spældir niðri í Grikkalandi. 

 

Ingibjørg spældi nakrar minuttir í báðum dystinum á vinstra vongi.

 

Fyrra dystin vann PAOK 29-24 (15-11), men í dag vóru tær hjá ÍBV sum hamskiftar og vunnu ein 29-22 (17-11) sigur, og harvið ein samlaðan 53-51 sigur.

 

ÍBV verður sostatt í pottinum saman við H71, og tað hevði verið vorðið sum lutakast um H71 við venjaranum - og pápanum hjá Ingibjørg - Inga Olsen hevði trekt ÍBV.

 

Fyri bæði ÍBV og H71 hevði tað eisini verið ein fyrimunur at trekt eitt lið úr einum grannalandi, so talan verður ikki um so langa ferðing. 

 

Mynd: ÍBV

Mynd: ÍBV