Eftir tríggjar dystir í Panamerikanska meistaraskapinum hevur Grønland fult stigatal.
Í gjárkvøldi vann liðið hjá Inga Olsen týðandi og tættan sigur á Uruguay, og venjarin er væl nøgdur við gongdina higartil.
Les Eisini: Grønland vann umráðandi sigur á Uruguay
-Eg havi allatíðina roknað við júst hesum, at vit skuldu blíva minst nummar tvey í bólkinum. Og vit vistu eisini frammanundan, at hetta fór at vera tann lítla finalan um annað plássið, sigur venjarin í viðmerking eftir sigurin á Uruguay.
Eydnast tað Grønlandi at taka næstfremsta plássið í bólkinum, verður hálvfinala leikt móti liðnum, ið endar fremst í hinum bólkinun. Í løtuni bendir á at Argentina fær hetta plássið, og hóast Argentina saman við Brasil verður mett sum besta hondbóltstjóð í Suðuramerika, so vann Grønland á Argentina í kappingini fyri tveimum árum síðani. Hesaferð kann tað tó gerast enn truplari.
-Teir hava heilsa okkum og sagt, at teir ongantíð aftur fara at tapa móti okkum, greiðir Ingi Olsen frá.
Væntað verður at Brasil og Argentina hittast í finaluni, og at Grønland og Kili koma at stríðast um altavgerandi triðja plássið, ið gevur atgongd til HM-endaspælið í 2019.
-