Ingibjørg og ÍBV vóru fyri stórtapi í fyrstu hálvfinaluni

Serliga í fyrra hálvleiki gekk tað av skríðuni móti Fram

Ingibjørg Olsen skoraði eitt mál tá hon og liðfelagarnir í ÍBV leiktu fyrstu hálvfinaluna í bestu íslendsku hondbóltsdeildini móti Fram á útivølli í Reykjavík ígjár.

 

Talan bleiv um ein 28-18 stórsigur til heimaliðið, Fram. Í fyrra hálvleiki gekk av skriðuni hjá ÍBV. Fram var á odda 15-6 í steðginum.

 

Gongdin í dystinum: 3:1, 6:2, 7:3, 11:4, 13:6, 15:6, 16:9, 16:10, 21:12, 23:13, 25:16, 28:18.

 

Mánakvøldið klokkan 20.40 verður onnur hálvfinalan millum ÍBV og Fram leikt úti á Heimey.