Ingibjørg og liðfelagarnir taptu í Europa Cup á Madeira

Besta kvinnuliðið hjá ÍBV er á Madeira í hesum døgum fyri at spæla dystir í Europa Cup kappingini

Ingibjørg Olsen hevur fingið nakrar upplivingar á vegnum sum leikari hjá ÍBV.

 

Í hesum døgum er ÍBV á Madeira fyri at spæla tveir dystir móti portugisiska liðnum, Madeira Andebol í Europa Cup kappingini.

 

Í dag átti ÍBV tekniskan heimavøll á Madeira. 

 

Tað gekk einki serligt, tí Madeira vann ein greiðan 30-23 sigur á ÍBV. 

 

Í steðginum var Madeira á odda 16-11. 

 

Ingibjørg skoraði tvey mál fyri ÍBV í dag. 

 

Í morgin klokkan 17 spæla liðini seinna dystin. Tað fer at krevja ein sigur til ÍBV uppá átta mál fyri, at tær skulu vinna seg víðari í kappingini.