Injector Trawldoor A/S framleiðir ymisk snið av trollemmum og høvuðsstøðin er í Horsens. Men framleiðslan fer fram í Esbjerg, Litava og Kina.
- Vit hava framleiðslu í Kina í bygdini Guang Zhou í landslutinum Quang Dong, sigur Jan Allan Muller, stjóri.
- Vit framleiða mest við marknaðinum í Asia í huga, men hugsa tó eisini um Europa. Vit royna at dyrka henda marknaðin í Asia og framleiðslan í Kina gevur kappingarførar prísir, tí framleiðslan er bílig, greiður Jan Allan Muller frá.
Injector fer í august í ár at lata upp søluskrivstovu í Suður Korea, so lættari er at røkka marknaðunum har á leið, og har snýr tað seg um lond, ið hava stórar skipaflotar.
Ordri fyri 4 milliónir
- Vit hava, umframt í Kina, eisini framleiðslu í Litava og í Esbjerg og í Esbjerg hava vit gjørt samstarvsavtalu við kappingarneytan, sigur Jan Allan Muller, sum fegnast um ein ordra, sum kom innn fyrradagin, og er áljóðandi 20 sett av lemmum, ið eru 7,5 fermetrar og viga 2500 kilo stykki.
- Hetta er ein stórur ordi áljóðandi einar 4 milliónir krónur, sigur Jan Allan Muller.
Injector fer á Fish Fair stevnuni at hava lemmar av slagnum Stealth F15 standandi uttanfyri sjálva framsýningina. Talan er um flótitrolslemmar, sonevndar profillemmar.
- Hesar lemmarnar skal Fagraberg hava, sigur Jan Allan Muller.
FAKTA
Framleiðsla í Kina í tonsum fram til dagsdato: 500 tons (2007)
Framleiðsla í Litava: Umleið 400 tons higartil í 2007
Við framleiðsluni í Danmark nærkast framleiðslan hjá Injector av stálvørum og lemmum teimum 1000 tonsunum, tá mai mánaði er farin afturum