Inna Nattestad 70 ár

Inna Nattestad í Miðvági er ein virkin kvinna, ið rundar tey sjeyti mikudagin 18. august

Hon er dóttir Mariu Eliassen úr Fuglafirði og Hans Simonsen úr Sandavági. Hon giftist í 1953 við Torgrim Nattestad og búsettist í Miðvági, har hon býr enn. Torgrim doyði alt ov ungur longu í 1986, eftir at tey júst vóru flutt inn í nýggj hús, ið tey høvdu bygt. Torgrim koyrdi taxa og buss, og hevði keypt ein nýggjan Bygdaleiðir buss, beint áðrenn hann gjørdist sjúkur og doyði. Inna luttók eisini í hansara arbeiði við síðuna av sínum egna arbeiði, við tað at hon koyrdi taxa av og á, og er hon fyrsta kvinnan í Vágum, ið hevur tikið koyrikort til taxa. Harumframt var hon noydd at taka koyrikort til buss, fyri at kunna halda áfram í virkseminum hjá manninum, eftir at hon gjørdist einkja. Sonurin, Neinbjørn, yvirtók síðani hetta virksemi.
At Inna er, og hevur verið sera virkin, kann kanska lýsast við at nevna ymiskt av tí, hon hevur gjørt gjøgnum árini. Sum ung arbeiddi hon hjá Thomas Dam í Tórshavn og gekk samstundis á Handilsskúla. Síðani arbeiddi hon í handlinum hjá Dánjali í Miðvági, men tá ið ætlanir vóru um at byggja fyrsta Ellisheimið í landinum í Miðvági, avgjørdi hon at fara til Danmarkar at læra til sjúkrahjálpara í 1964. Hon var ein av teimum fyrstu, ið byrjaðu at arbeiða á Ellis- og Avlamisheiminum, og starvaðist har, tá ið heimið lat upp 2. juli 1972. Hetta arbeiði hevur henni dámt sera væl, og hevur hon starvast har í yvir 30 ár. Ikki bert sum sjúkrahjálpari, men eisini sum bussførari á nógvum túrum við búfólkunum. Í hesum tíðarskeiðnum hevur hon í nógv ár verið í nevndini í Føroya Sjúkrahjálparafelag, umframt verið álitiskvinna fyri sjúkrahjálpararnar á Ellisheiminum. Hon var primus motor, tá H-deildin, fyrsta demensdeildin í Føroyum, lat upp á Ellisheiminum í Vágum hin 18. apríl 1996, og hevur tað havt stóran týdning fyri hana, at hetta eydnaðist væl.
Eisini hevur hon sitið tvey skeið í Bygdaráðnum í Miðvági, og var tá limur í ymiskum nevndum, m.a. sat hon í Stýrinum fyri Ellisheimið og SEV Stýrinum. Eisini hevur hon verið formaður í Barnaverndini í Miðvági, verið nevndarlimur í Javna, umframt verið politiskt virkin, m.a. hevur hon verið uppstillað til Fólkatingið fyri Javnaðarflokkin. Harumframt er hon limur í Vága Dansifelag, og er í Stjórnini fyri Føroya Keypssamtøku umframt limur í Landsnevndini fyri Pensiónistar.
Inna misti pápa sín sum smágenta. Á sjey ára føðingardegi hennara bórust boðini um, at Sólaris var farin. Eftir sat mamman við 8 børnum, Katrinu, Paulu, Selmu, Torleif, Innu, Trygva, Monu og Lydiu, ið tá bert var _ ára gomul. Neyðugt var sostatt hjá mammuni og kanska serliga eldru systkjunum, at arbeiða og stríðast fyri lívsins uppihald. Serliga kom væl við at mamman, Maria, dugdi so væl at seyma, bæði fyri fólk og upp á børnini, ið altíð vóru væl klødd. Inna giftist sum 19 ára gomul, og hon og Torgrim fingu fýra børn. Neinbjørn, Trygvør og Monu Sólvu, ið doyði bert ein mánaða gomul og sama føðingardag, 8 ár seinni, fingu tey yngstu dóttrina, Monu. Inna eigur nú 11 ommubørn og 4 langommubørn.
Inna er burturstødd føðingardagin. Hon er í Keypmannahavn saman við nøkrum av systrunum, har tær skulu hátíðarhalda 90 ára føðingardagin hjá mostrini, Dagmar, ið hevur føðingardag 17. august, og ynskja vit henni hjartaliga tillukku.
At flog er yvir Innu sæst eisini av, at hon síðani fer at ferðast til Korfu saman við yngstu systrini, Lydiu.

Vit ynskja Innu hjartaliga tillukku við teimum sjeyti árunum og Harrans signing framyvir.