Tað er ikki á hvørjum degi, at løgmaður Jóannes Eidesgaard leggur seg út í blaðkjak við løgtingsformannin, Edmund Joensen.
Fyrr í vikuni hevði Edmund Joensen eitt lesarabræv um vitjanina hjá Margretu drotning til Japan seinni í november, har føroyskt vinnulív hevur fingið møguleika at vera við í fylginum hjá drotningini. Løgtingsformaðurin fýltist á, at lítið ella einki hevði verið a hoyrt frá Føroya Landsstýri um fyrireikingar til innbjóðingina, sum eftir hansara tykki var eitt frálíkt høvi hjá føroyingum at skapa kunnleika um Føroyar í Japan, eins og ein gyltur møguleiki fyri framburði fyri føroyskan handil og vinnu.
Í bløðunum í dag, svarar løgmaður Jóannes Eidesgaard løgtingsformanninum aftur. Løgmaður vísir á, at Løgmansskrivstovan sendi innbjóðingina til Vinnumálaráðið, Fiskimálaráðið og Mentamálaráðið til ummælis, men boðini frá teimum trimum ráðunum vóru greið: Føroyingar hava ongan ítøkiligan áhugamál í Japan í løtuni, og tí varð takkað nei til innbjóðingina.
Vit hava vent okkum til stjóran í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen, fyri at spyrja, hvussu tað ber til, at føroyskt vinnulív, sum ekur á knøunum í løtuni, ikki hevur valt at taka av gylta møguleikanum at fáa íblástur úr Japan, sum av mongum verður mett at ganga á odda innan nýhugsan innan altjóða vinnulív.
Eingin áhugi
Jan Mortensen er persónliga av teirri sannføring, at innbjóðingin til Japan kundi verið eitt frálíkt høvi hjá føroyskum vinnulívi at menna seg. Hann staðfestir hinvegin, at umboðini fyri føroysk vinnulív ikki eru eins eldhuga fyri donsku innbjóðingini.
?Vit hava loddað dýpið í føroyska vinnulívinum, og flestu virkini svaraðu, at tey í løtuni høvdu neyðuga samsbandið við japanskar fyritøkur. Fleiri teirra svaraðu eisini, at tey fyri stuttum høvdu vitja Japan. Okkara niðurstøða av hoyringunum var tí, at innbjóðingin ikki hevur áhugað í løtuni, sigur stjórin í Vinnuhúsinum.
Hann slær kortini fast, at hugburðurin millum føroysk vinnulívsfólk er ikki tann, at japanski marknaðin als ikki hevur nakran áhuga.
?Tað eru fleiri føroyskar fyritøkur, eitt nú Havsbrún, ið hava nógv samskifti við japanar. Orsøkin til lítla áhugan hesaferð tykist heldur vera sjálv innbjóðingin. Føroysk virkir hava ikki á sama hátt sum donsk virkir ein breiðan áhuga í japanska marknaðinum. Meðan donsku virkini eru stór, eru okkara lítil, og tá tiltakið í Japan er stílað ímóti eini breiðari kunning, verður innbjóðingin minni áhugaverd hjá okkum. Føroysk virkir eru fyri tað mesta undirveitarar hjá japanskum virkjum, og júst henda innbjóðingin stílar ikki júst ímóti eini menning av slíkum samstarvi, sigur hann
Mynd: ?Vit hava loddað dýpið í føroyska vinnulívinum, og flestu virkini svaraðu, at tey í løtuni høvdu neyðuga samsbandið við japanskar fyritøkur. Fleiri teirra svaraðu eisini, at tey fyri stuttum høvdu vitja Japan. Okkara niðurstøða av hoyringunum var tí, at innbjóðingin ikki hevur áhugað í løtuni, sigur stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen
Mynd: Savnsmynd