Innbrot í hjall í Vági

Tríggjar baljur av spiki blivu stolnar. Hvør balja er 90 litrar til støddar.

Tað hava verið nógvar grindir í ár. Somikið nógvar, at tey flestu hava nóg mikið í hjallinum til seg sjálvan og síni. Tað eru eisini fleiri, sum hava bjóða grind til teirra, ið ikki hava fingið í sín part.

 

Hóast tað, so er tað onkur, ið hevur tikið sær tað frælsi at fara inn í hjallin hjá Bárði Gunnarstein Nielsen og hevur stolið spik, ið hann hevur útvega sær við at fara í grind.

 

Fyri nøkrum døgum síðani hevur onkur stolið tríggjar múrarabaljur, fullar av turrsaltaðum spiki. Bárður Gunnarstein Nielsen skrivar, at hann skilir ikki hvussu nakar er sloppin avstað við trimum baljum, ið hvør í sínum lagið rúma 90 litrum av turrsaltaðum spiki.

 

Bárður Gunnarstein Nielsen hevur meldað tilburðin til løgregluna og heitir á fólk um at siga sær frá, um nakar hevur lagt merki til eitthvørt, sum kann hava samband við stuldurin og hann endar við at siga, at um nakar vildi hava spik frá sær, so var bara at spyrja, tí hann hevur nóg mikið.