Tíðliga leygarmorgunin fekk løgreglan fráboðan um eitt innbrot í einasta handilin í Porkeri.
Fráboðanin ljóðaði, at úthurðin til handilin var sparkað inn. Síðani var onkur farin inn í handilin, har viðkomandi hevði tikið nakað av peningi, sigarettir og eitt ávíst tal av tendrarum.
Løgreglan var skjót á staðið, og við góðari hjálp frá góðum vitnum, eydnaðist tað teimum at fáa fatur á honum, ið hevði gjørt hetta innbrotið.
Hann var handtikin og síðani skuldsettur fyri innbrotið.
Talan var um ein ungdóm norðanfjørðs, verður upplýst frá løgregluni.