Innflutningurin fyrsta ársfjórðing í ár var 1,85 mia. kr. Tað er 24% meir enn sama tíðarskeið í fjør. Um vit ikki telja skip og flogfør við, var vøksturin 17%.
Tað er serliga vøkstur í innflutningi í skipum, men vit hava eisini innflutt meir av brennievni, ið er vaksið í virðið við 74%, úr 139 milliónum í 2016, upp í 243 milliónir í 2017.
Vit hava innflutt meir av rávøru til fiskavirking, vøksturin er 65% ella góðar 50 mió. kr.
Seinastu árini er innflutningurin av byggitilfari vaksin nógv, men fyrsta ársfjórðing í ár er ein lítil minking. Innflutningurin av akførum er eisini vaksin nógv seinastu árini, og har er framvegis stórur vøkstur.