Í seinastuni eru eftirlitsfólk komin fram á fleiri pakkar, har tað uttan á pakkanum stendur, at talan er um eina gávu, sum er undir avgjaldsfría gávumarkið á kr. 700,00, men í pakkanum eru dýrar fartelefonir av slagnum Iphone 4, sum kosta fleiri túsund krónur.
Verður tú tikin fyri at innflyta vørur uttan at gjalda røttu avgjøldini, skalt tú umframt at gjalda røttu avgjøldini, eisini rinda eina bót, sum svarar til avgjøldini tvær ferðir afturat.